Gøtunøvn á Sandoynni

Skálavík: Fólk í Skálavík og á Sandoynni annars skulu nú venja seg við, at tað nú ikki longur eitur vegurin við síðuna av bygdarhúsinum ella eystanfyri tey og tey húsini.

Skálavík hevur nevniliga, sum tann fyrsta bygdin í Sandoynni, fingið nøvn á tær 18 gøturnar í bygdini.
Hesar adressurnar eru allar góðkendar og skrásettar í Landsadressuskránni.