Gøtumenn nýggja kiosk

? Í gjár opnaði nýggjur handil í Norðagøtu. Ongin matvøruhandil hevur verið í Norðagøtu í fleiri ár, og er tað Hallur Poulsen, ið eigur handilin.


 

Handil


? Eg havi allar vørur, og kanska líkist tað einum matvøruhandli, men tað eitur ein kiosk, sigur Hallur Poulsen úr Gøtu, sum í gjár opnaði nðggjan handil í Norðagøtu. Handilin stendur beint við fótbóltsvøllin.

Hallur Poulsen átti áðrenn ta lítlu kioskina við grill í Norðagøtu. ?Men tað vísti seg, at hon var alt ov lítil, sigur Hallur Poulsen.

-Bygningurin, ið eg havi bygt, er umleið 400 m2 tilsamans. Harav er niðara hæddin umleið 240 m2.

Niðara hæddin er kiosk, og ætlanin er, at grill skal eisini vera har, soleiðis at tað verður møguligt at eta inni.

Spurdur um tað loysir seg at opna kiosk í Gøtu tá Runavíkin liggur so nær við svarar Hallur:

-Um eg havi nóg góða vøru í handlinum, so burdu fólk ikki farið til Runavíkar at keypt.

Leggjast kann at enda afturat, at tað var kioskin hjá Halluri, sum í seinastu viku fór til Eiðis, og steðgaði allari ferðsluni í Eysturoyartunnlinum.