Teir fýra menninir, sum í morgin skulu syrgja fyri, at alt gongur rætt fyri seg inni á vøllinum og tá tað ræður um tíðina, útskiftingar og annað, koma úr Finnlandi.
Dómarin eitur Juhu Hirviniemi, linjuverjarnir eita Tapio Yli-Karro og Markku Siivonen, og fjórði dómarin eitur Mika Peltola.
Finskt mál og finsk nøvn eru ikki tað, sum føroyingar í flestu førum kenna sum viðkomandi, men um tað skuldi verið onkur, sum helt seg kennast við, at dómarin við hesum navninum áður hevur verið í holtur við føroyskan fótbólt, so er tað púra rætt.
Tá GÍ fyri fyrstu ferð spældi í Europa Cup í 1994, var mótstøðuliðið Trelleborg úr Svøríki. Fyrri dysturin varð spældur á Svangaskarði, og hin seinni í Trelleborg. Svenska liðið vann 1-0 á Toftum, og á heimavølli vunnu teir 3-2, eftir at teir stutt eftir hálvleik vóru frammanfyri 3-0. At GÍ tvær ferðir í 2. hálvleiki minkaði um munin, og hevði møguleikar at javna, komst ikki minst av, at dómarin, sum júst var hesin Juhu Hirviniemi, hevði rikið tveir sviar av vøllinum.
Svenska pressan var so fortørnað av útvísingunum, at teir í frásøgnum sínum mettu Magna Jarnskor ? saman við Janusi Rasmussen fekk hann gult kort ta ferðina ? sum ein av heimsins størstu sjónleikarum.
Teir í Trelleborg vóru so ónøgdir við útvísingarnar, at teir kærdu avgerðirnar hjá dómaranum til UEFA. Tað sigst, at finski dómarin noyddist niður til høvuðsskrivstovuna hjá UEFA, sum er í Sveits, at greiða frá, hví hann hevði rikið sviarnar av vøllinum, men tað vita vit ikki fyri víst. Víst er tað, at UEFA hevur góðtikið frágreiðingina hjá dómaranum og harvið víst kæruni hjá Trelleborg frá sær. Høvdu teir ikki havt gjørt tað, so hevði Juhu Hirviniemi úr Finnlandi neyvan verið settur at halda skil á í morgin!