Gøtumenn illa sperdir

Hóast ÍF tapti í Gøtu, so bar einki boð um, at uppflytararnir ætla sær at gera skjótt av í bestu deildini

Góði stimin hjá gøtumonnum heldur fram. Í bólkaumfarinum í steypakappingini fingu teir fult, og ímóti ÍF vunnu teir í fyrsta umfarinum í landskappingini. Seinna umfarið vóru teir góða løtu omaná, og tá løgdu teir seg framum 3?1, og harvið tóktist tað sum um, at eingin ivi var um sigurin. Men ÍF kom afturíaftur. Áki Petersen minkaði um munin við frísparki úr stórari fjarstøðu, sum Hallur Hansen í GÍ málinum átti at havt vart fyri. So trýsti ÍF, men GÍ verjan helt tørn.
Av at vera í fyrsta umfarinum var fótbóltsspælið avgjørt ikki so galið. Tað var ferð á, tað var tætt, og hóast bóltførleikin ikki altíð var sannførandi, so hekk fótbóltsspælið í løtum væl saman.
Uppflytararnir úr Fuglafirði vóru ikki farnir út um Eiðið fyri at spæla tindasvínafótbólt. Eftir eitt lítið korter fekk heimaliðið hol á. Eftir diagonalsending úr høgru, smeyg Súni Olsen sær til baklinjuna í vinstru, royndi flatt og úr spískum, og Poul Arni Jacobsen syrgdi fyri, at verjuspælarin ikki slapp framat, og so var 1?0.
So tók ÍF yvir, og teir vóru omaná restina av fyrra umfarinum. Hanus Eliasen var hangandi álopsspælari aftanfyri Magna á Lakjuni og Bartal Eliasen. Tá ið bólturin kom fram til teirra, tóktist GÍ ferð eftir ferð at rilla.
ÍF javnaði eftir stóran hálvan tíma. Eftir horna úr vinstru kom bólturin út frá aftur til Magna á Lakjuni. Hann lyfti innfyri aftur, Hallur royndi at jústa, men bólturin datt fyri føturnar á Rúna Elttør, sum mitt fyri og sjey metrar úr málinum fluktaði í kassan. Næstu løtuna hevði ÍF fleiri møguleikar. Roy ruddaði væl á miðjuni, og fleiri ferðir komu Magni og Eyðolvur ígjøgnum í høgru. Bartal stútaði eftir horna í tvørtræið, og eftir horna blokeraði ein verjuspælari við ælboganum roynd hjá Árna Petersen úr heilt stuttari fjarstøðu til nýtt horna. Tá vildu fuglfirðingarnir hava dómaran at bríksla fyri brotssparki, men tað gjørdi hann ikki.

Popczynski í stuttum tjóðri
GÍ var meiri tendrað eftir steðgin. Í 1. hálvleiki hevði miðvøllurin ikki verið serliga sannførandi. Popczynski, sum var í stuttum tjóðri, leitaði sær eftir steðgin longri aftur fyri at taka lut í myndandi partinum. GÍ megnaði kortini ikki at spæla seg til nógvar upplagdar møguleikar, men teir høvdu stóra úrtøku.
Eftir ÍF miss í uppspælinum legði Magnus Skoralíð innfyri úr vinstru, og við handara stólpan var Hans Pauli Petersen púra leystur, tá ið hann tveitti seg fram og stútaði til 2?1. Vitus Kofoed varð skiftur inn, men hann gjørdi ikki tær stóru skreytirnar. Magnus Skoralíð, sum spældi við størri sjálvsáliti enn áður, átti eisini sín lut í 3?1 málinum. Eftir innlegg frá honum beindi Kartin Joensen bóltinum út til horna. Tað varð stútað á tvørtræið, og Popczynski var fyrstur á returinum.
So tóktist heimasigurin vísur. Men Áki Petersen minkaði um munin til 3?2, og tað hevði einki forgjørt verið, um ÍF hevði havt fingið eitt stig. Gøtumenn høvdu marginalirnar á sínari síðu, og harvið eru teir framvegis ósigraðir í hesum kappingarárinum.

GÍ?ÍF 3-2 (1?1)
1?0: Súni Olsen 13.
1?1: Rúni Elttør 32.
2?1: Hans Pauli Petersen 62.
3?1: Krzystof Popczynski 85.
3?2: Áki Petersen 88.
Dómari: Petur Skarðenni
GÍ: Hallur Hansen ? Leivur Hansen, Poul Ennigarð, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen ? Hans Pauli Petersen, Súni Olsen, Símun Louis Jacobsen (Jónreid Dalheim, 84.), Magnus Skoralíð ? Krzystof Popczynski, Poul Arni Jacobsen (Vitus Kofoed, 67.)
Gult kort: eingin
ÍF: Kartin Joensen ? Árni Petersen, Viggo Johannesen, Áki Petersen, Rúni Elttør ? Eyðolvur R. Petersen, Roy Róin (Teitur Joensen, 75.), Fritleif í Lambanum ? Magni á Lakjuni (Bárður á Lakjuni, 66.), Hanus Eliasen, Bartal Eliasen
Gult kort: Magni á Lakjuni 29., Fritleif í Lambanum 82.