Gøtumenn eru niðri

GÍ tapti botndystin í Gundadali, og á Sandi staðfesti Clayton Soares enn einaferð, at hann er í serflokki vandamesti áleyparin í deildini

2. deild

Enn er matematiska vissan ikki heilt vís. Men tað munnu tó vera sera fá, sum ivast í, at næst besta liðið hjá GÍ longu hevur bílagt sær atgongumerki til triðju deild.
Í teimum trettan undanfarnu dystunum hevði liðið bert vunnið sær tað eina stigið, sumteir fingu í heimadystinum móti B36, sum alt árið hevur havt sætið á næst niðasta plássinum.
B36 hevur tó skavað sær nøkur stig saman gjøgnum árið, og tí var talan um sannan lykladyst, tá gí vitjaði í Gundadali í seinasta leikumfari. Tað var ein dystur, sum at kalla kundi staðfesta lagnuna hjá GÍ, og tað gjørdi hann eisini.
Við einum máli hvørju megin steðgin syrgdu heimamenninir fyri, at tað so ikki verða teir, sum fara beinleiðis niður. Og saman við hinum úrslitunum syrgdu tey trý stigini eisini fyri, at B36 fyri fyrstu ferð í ár er røttu megin strikuna, sum skilur áttan og níggjunda plássið.

Tvey-settari á Sandi
Tað er framvegis B68, sum er oddalið í deildini, men B71 hevur tó enn ein dyst til góðar, og leygardagin staðfestu teir og Clayton Soares, at liðið er eitt sera gott boð upp á møguliga uppflyting.
Skal tosast í tennis-máli, so gjørdist talan um ein tvey-settara, sum B71 uttan stórvegis dikkedarir vann 6-0, 6-0. Ikki minst Clayton Soares gjørdi um seg, og við seks málum hesaferð, hevur brasilski áleyparin nú skotið imponerandi 23 mál í 13 dystum.
Týsdagin spælir B71 so útsetta dystin móti HB, og verður talan tá aftur um trý stig, er B71 aftur á odda í deildini.
Men tað verður so í harðari kapping við B68. Toftamenn høvdu hesa ferð vitjan av AB, sum gav teimum ein lítlan skelk, tá Sólbjørn Olsen legði gestirnar framum. Tað var tó skjótt, at B68 setti tingini upp á pláss. Fyri steðgin togaðu teir seg upp á 2-1, og í seinna hálvleiki var bara ein vegur.
Tað var tað eisini í Sandavági, har FS Vágar 2004 hevði vitjan av HB. HB hevur í ár staðið seg rættiliga væl, men nýggja linjan í Formula-deildini, har Julian hevur nýtt fleiri av yngru kreftunum, hava av álvara trekt tenn úr liðnum.
Vágamenn høvdu heldur ikki stórvegis trupulleikar at vinna ein tryggan sigur, og tó at tað neyvan verður talan um uppflyting, so eru eisini teir enn væl við í stríðnum um heiðursmerki í deildini.
Seinasti dysturin var í Hvalba, har Royn við 1-1 javnleikinum datt eitt pláss niður á talvuni. Ein veruleiki, sum ger tað enn meira neyðugt at vinna, tá liðið um eina viku vitjar í Gøtu.



Úrslitini
B36-GÍ 2-1 (1-0)
B71-Sumba 12-0 (6-0)
B68-AB 5-1 (2-1)
FSV04-HB 5-1 (1-1)
Royn-LÍF 1-1 (0-1)