Gøtumaður teknar konserthús til eina milliard krónur

Arkitekturin Ósbjørn Jacobsen var mikudagin partur av einum stórum og søtum sigri, tá ið Portus Group vann kappingina at gera eitt nýtt íslendskt tjóðarkonserthús fyri 12 milliardir íslendskar krónur. Gøtumaðurin hevur verið við til at tekna tað stórfingna húsið, og meðan heimskendir arktitektar snávaðu á vegnum, hildu Ósbjørn og hansara strikur hildu allan vegin í kappingini

Seinnapartin mikudagin var avdúkað, hvør hevði vunnið kappingina um at gera, byggja og reka eitt nýtt risaprojekt í Íslandi, har eitt stórsligið konserthús fyri meira enn eina milliard føroyskar krónur er í miðdeplinum.
Valið fall á fyritøkurnar, sum høvdu tikið seg saman í Portus Group, og ein av monnunum í hesum samstarvinum er gøtumaðurin Ósbjørn Jacobsen.
Hann er arkitektur hjá Henning Larsen Tegnestue, og danska felagið hevði fingið uppgávuna at sniðgeva nýggja konserthúsið hjá Portus Group. Hetta var ein týðandi og sentral uppgáva í projektinum, tí umframt at fáa projektið at hanga saman fíggjarliga, so var tað avgerandi fyri lagnuna hjá verkætlanini, hvussu konserthúsið kom at síggja út.
 Hetta er eitt umfatandi samstarv millum átta feløg av ymsum slagi, og tað hevur verið eitt gott teamwork. Vit hava havt uppgávuna at tekna konserthúsið, og vit eru sera fegin um, at vit vunnu kappingina, sigur Ósbjørn Jacobsen, sum mikudagin var í Reykjavík til avdúkingina av verkætlanini.

Harðar kappingar um bygningar
Ósbjørn Jacobsen tók í 2000 útbúgving sum arkitekur í Århus, og tað var gjøgnum endaliga projektið hjá sær, at hann fekk starv hjá Henning Larsen Tegnestue, sum er eitt sera kent og virt arkitektafelag í Danmark.
Har hevur hann starvast síðani 2000 og hevur verið við til at mynda nógvar stórar bygningar í fleiri ymiskum londum.
 Vit eru allatíðina við í kappingum um at tekna ymsar bygningar, men tað er kanska einaferð út av 10, at tú vinnur eina kapping, og tí eru vit sera fegin um, at konserthúsið, sum vit vóru við til at gera í Íslandi, verður til veruleika, sigur Ósbjørn.
Hann hevur verið annar av arkitektunum hjá Henning Larsen, sum hava arbeitt mest sum burtur av við hesum projektinum í næstan eitt ár.
 Vit hava verið tveir, sum hava teknað og arbeitt við hesum alla tíðina, og á vegnum hava vit so avleverað fyribils uppskot, kjakast um tey, fingið ráð og meiningar, og síðani farnir víðari við tekningunum, sigur hann.

Vann á heimskendum arkitektum
Tað var ein søtur sigur, sum Ósbjørn Jacobsen og hansara starvsfelagar høvdu í Reykjavík mikudagin, tí kappingin um at standa fyri nýggju verkætlanini hevur verið sera hørð.
Umframt at tekna konserthúsið umfatar projektið nógv annað. Kravið var, at tey, sum vildu standa fyri projektinum, ikki bara skuldu sniðgeva og koma við hugskotum, tey skulu eisini byggja, fíggja og reka konserthúsið í 35 ár.
Harafturat skuldu skitsur eisini gerast fyri økið, har stórt gistingarhús, handilsdepil og annað eisini skal byggjast. Hesin parturin av projektinum er ikki enn so ítøkiligur, sum sjálvt konserthúsið er, men alt økið skal við tíðini sniðgevast av vinnaranum.
Stór íslendsk og útlendsk feløg tóku seg saman í bólkar, og tá ið kappingin byrjaði vóru tað fýra ymiskir bólkar við hvør sínum íslendskum banka uppi í. Tey fóru í gongd, og spenningurin var stórur, tí heimskendir arkitektar vildu eisini verða við.
Eitt nú var bretski Norman Foster uppi í tí eina bólkinum, og franski Jean Nouvel var við í einum øðrum, men báðir snávaðu á vegnum. Norman Foster gav upp á hálvari leið, og ætlanin hjá Jean Nouvel var vald frá áðrenn endaligu avdúkingina.

Heim at njóta sigurin
Tá ið vinnarin so var kosin mikudagin, var tað projektið hjá Portus Group, sum varð valt, og harvið vóru strikurnar og hugskotini hjá Ósbjørn Jacobsen og starvsfeløgunum staðfest sum tey bestu.
 Tað er stuttligt at vinna eina slíka kapping, tí tað hava verið heimskend nøvn innan arkitektur uppi í, men kanska høvdu vit tær bestu íslendsku kontaktirnar. Vit hava millum annað samstarvað nógv við íslendska listarmannin Ólafur Eliasson um fasaduna á húsinum, og íslendsku fyritøkurnar, sum eru við í bólkinum, eru sjálvandi ein avgerandi orsøk til, at vit vunnu kappingina, heldur Ósbjørn Jacobsen.
Á middegi hósdagin lendi hann aftur í Keypmannahavn. Ætlanin var at fara til arbeiðis beinanvegin, men hann broytti ætlan og valdi at taka frí hósdagin, tá ið hann eisini kundi halda sín 32 ára føðingardag.
 Hetta var ein góð føðingardagsgáva at fáa, so nú fari eg heim at slappa av og njóta sigurin, segði Ósbjørn, tá ið hann var á veg ígjøgnum flogvøllin í Kastrup.