Gøtukvinnur framhaldandi í 1.deild

Leygardagin fyri ólavsøku, varð upp- og niðurflytingardysturin millum AB og GÍ leiktur. GÍ-kvinnur vunnu 5-2, og hava harvið tryggja sær framhaldandi sess í fremstu kvinnudeildini.

GÍ flutti í fjør upp í fyrstu deild, og kappingarárið í ar hevur ikki hilnast so væl, men nú fáa tær møguleika fyri at standa seg betur, tá seinna hálva fer av bakkastokki komandi sunnudag.

Hjá argjkvinnum mátti úrslitið kennast hugstoytt, tí felagið hevur dúva nógv á kvinnufótbóltin, og hevur AB givið til kennar, at felagið eisini ætlar at fáa kvinnufótbólt í fremstu føroysku deildina.

GÍ-AB 5-2 (3-0)
1-0 Judy Justinussen
2-0 Heidi Heinesen
3-0 Heidi Heinesen
4-0 Linda Hansen
4-1 Elin Katrina Haraldsen
5-1 Heidi Heinesen
5-2 Barbara Knudsen