Gøtukvinna keypt handil í Svendborg

30 ára gamla Meiken Hammer keypti í summar klædnahandilin Sorbet í Svendborg. Hon sigur, at hetta var ein gamal dreymur, og hon ovurfegin fyri at hava fingið føtur undir egið borð

Fyri fimm árum síðani fór Meiken Hammer inn á gólvið í klædnahandlinum Sorbet í Svendborg. Hon vildi fegin hava eitt arbeiði. Ístaðin bjóðaði eigarin henni eitt lærupláss, og fyri hálvum ári síðani keypti Meiken handilin frá gamla eigaranum.
Talan er um ein klædnahandil, ið selur klæðir, sum eru í dýrara endanum av slíkum handlum. Tað eru dygdarvørur frá donskum, fronskum, italskum og týskum sniðgevum, og málbólkurin er kvinnan, ið hevur pening og fegin vil geva eitt sindur eyka fyri eitt dygdarplagg.
Meiken sjálv er fegin, nú hon hevur fingið egnan handil, og við hesum er ein gamal dreymur gingin upp. Hon er í dag 30 ára gomul og er upprunaliga úr Gøtu. Meiken flutti niður til Danmarkar fyri skjótt tíggju árum síðan, tí hon skuldi í skúla.
Nøktandi
Tá gamli eigarin fyrr tosaði um, at Meiken átti at yvirtikið handilin, var plagdi Meiken at vera afturhaldandi og siga, at tað fór at verða tann dagin, hon vann í Lotto.
- Men eg fór so at hugsa, at tað kundi kanska verið stuttligt. Eg havi altíð kunnað hugsað mær at fingið mítt egna, so tá eg fekk møguleikan, so helt eg, at eg skuldi taka hann, greiðir Meiken frá.
- Eg vildi ikki sita sum 50 ára gomul og angra, at eg ikki gjørdi tað. Og aftaná vit høvdu tosað um, hvussu yvirtøkan skuldi fara fram, og eg hevði fingið fígging frá bankanum, keypti eg hann so.
Meiken valdi, at handilin skuldi hava gamla navnið, Sorbet, av tí at nógv kenna handilin frammanundan. Av tí sama fekk hon eisini tann fyrimunin, at kundagrundarlagið er tað sama. Sorbet hevur kundar úr øllum landinum, og eisini nógvar kundar uttanlands. Millum annað nógvar týskarar av tí, at tað eru fleiri, ið hava summarhús í Svendborg-økinum.
- Tað er ein ótrúliga deilig og nøktandi kensla at koma til arbeiðis um morgnarnar. Tú letur hurðina upp og hugsar, at hetta er mítt, sigur Meiken.
Handilin liggur mitt í Svend­borg  beint við torgið. So hann liggur væl fyri í aðrari av báðum gongugøtunum í fjónska býnum. Við Meiken eru tær tríggjar, ið arbeiða har.
Framtíðin
Nú er so hálvt ár liðið, síðani Meiken yvirtók handilin, og er tað alt farið við, at stápla alt upp á beinini og fáa handilin at koyra.
- Tá tað kemur til fram­tíðar­ætlanir, hevði eg ynskt, at handilin vaks og gjørdist størri. Men beint nú ræður bara um at fáa alt at koyra so væl sum møguligt. Eg havi ikki stórar ætlanir beint nú. Tíðin kemur at vísa, hvussu verður seinni, sigur hon og vísir á, at hon leigar ein heilan bygning, sum er í fýra hæddum. Handilin liggur á fyrstu hædd, og tí eru møguleikar fyri víðkan av sjálvum handlinum góðir.
- Eg vil bara royna at leggja mína hond á, og fáa mítt egna eyðkenni í handilin uttan at oyðileggja sjálvt grundarlagið. So fáa vit at síggja, hvussu verður seinni.
Nú uppundir jól hevur eisini verið úr at gera. Nógvir og langir arbeiðsdagar. Jólahandilin hevur tó verið eitt sindur spreiddur av tí sama, men Meiken sigur, at hon klagar als ikki.
Hon skal í ár halda jól í Svend­borg saman við manninum, Rune, og hansara familju. Um alt gongur eftir ætlan, so verða tey í Føroyum og halda jól næsta ár.