Partafelagið Vinnan í Gøtu broytir navn til P/F Varðin, og samstundis broytir partafelagið Varðin navn til P/F Hvamm. P/F Varðin varð stovnað í 1986, tá felagið fór í gongd við at byggja Trónd í Gøtu, sum kom í januar 1987. Síðani eru trý skip komin afturat í reiðaríið.
Við stöddini hevur eisini verið neyðugt at broyta bygnaðin í felagnum. Móðurfelagið, P/F Vinnan, varð stovnað í 2002. Dótturfelögini, sum hoyra til móðurfelagið í dag, eru P/F Varðin, sum eigur Trónd í Götu, P/F Krossbrekka, sum eigur Finn Fríða, S/Pf Gulenni, sum eigur Saksaberg og P/F Driftin, sum eigur Jupiter.
Tey seinnu árini er orðið ?vinna? vorðið alt meira nýtt í fjöllmiðlunum, so nú verður tosað um vinnuna, vinnulív, byggivinnu, svartkjaftavinnu, alivinnu og Vinnuna í Gøtu alt í einum.
Tí fær P/F Vinnan nú navnið P/F Varðin, sum er upprunanavnið í felagnum. Hetta er eitt navn, sum vit frammanundan eru von við, og sum er eitt vakurt navn við dámligum týdningi. Búmerki verður tað sama.
Samstundis broytir P/F Varðin navn til P/F Hvamm. Hvamm er eitt staðarnavn í Gøtu. Hvamm hevur áður verið nýtt sum reiðarínavn í Gøtu.










