Gátuført handrit eftir William undan kavi

Eitt liðugt skaldsøguhandrit eftir William Heinesen frá 1920-unum er funnið í gomlum bókarúgvum í Keypmannahavn. Talan er eitt óútgivið handrit, sum er umgyrt við nógvum mystikki. Ætlanin er at geva handritið út, sigur eigarin av Frederiksberg Antikvariat, sum hevur funnið skaldsliga skattin

Eitt liðugt redigerað handrit eftir William Heinesen, sum ongantíð er givið út, hevur ligið og savnað dust í Keypmannahavn síðan einaferð í 1920-unum.
Um talan er um eitt handrit, ið seinni er komið út sum bók, ella um talan er um eina skaldsøgu, ið ongantíð er útgivin, hevur ikki eydnast okkum at finna fram til enn.
Søgan byrjar fyri tveimum árum síðan, tá antikvarbókahandlari Jess Jessen keypti alt bóksavnið hjá navnframa Leif Nørballe. Nørballe var kendur fyri at eiga heil bókafjøll, sum hann og hansara kundar í Gammel Kongegade kundu villast burtur í.
Jess Jessen, sum eigur og rekur Frederiksberg Antikvariat, hevur funnið nógvar bókligar dýrgripir millum tilfarið. Fyri okkum føroyingar er tað serliga spennandi, at hann kom fram á eitt handrit eftir okkara kendasta skald, William Heinesen.

Ætlar at geva út
Nú ætlar Jess Jessen sambært Politiken at geva handritið út sum ljósprentað eftirmynd.
»Det er et færdigredigeret romanmanuskript fra 1920-erne på 358 sider, som Otto Gelsted afviste på Munksgaards forlag. Hvis vi kan blive enige med Heinesens arvinger, udsender vi det som et manuskript í faksimile,« sigur Jess Jessen við Politiken 30. desember.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fingið fatur á Jess Jessen fyri at fáa at vita, hvat handrit talan er um, og keldur innan føroyska bókaheimin kenna heldur onki til handritið.
Gátuførið er stórt um handritið, tí sjálvt ikki sonur Williams, Zacharias Heinesen, veit enn, hvør tittulin á ókendu skaldsøguni er.
? Vit hava verið í sambandi við handan mannin, men hava ikki fingið at vita enn, hvat handrit talan er um. Sjálvandi ætla vit at lesa tað væl, áðrenn vit geva loyvi til, at tað verður givið út, sigur Zacharias Heinesen við Sosialin.

Kritiskur vinur
Otto Gelsted var bæði persónligi vinur og meistari Williams, og hann las nógv av tí, sum William Heinesen skrivaði, áðrenn tað varð givið út.
? Pápi skrivaði nógv til forlagið Munksgaard og fekk fólk at lesa tilfarið ígjøgnum, tí hann vildi ikki geva nakað vánaligt út. Serliga Gelsted var kritiskur, og tað var pápi øgiliga glaður fyri, sigur Zacharis Heinesen, sum er spentur at hoyra aftur frá danska antikvarbókahandlinum.
Talan kann sjálvandi vera um eitt nú »Blæsende Gry«, sum seinni kom út sum fyrsta bókin hjá Williami. Talan kann eisini vera um onkra aðra bók, sum seinni er komin út umskrivað. Er tað ein bók, sum seinni er givin út, so er tilfarið kortini áhugavert. Men er tað ein bók, sum ongantíð er útgivin áður, so er talan um onki minni enn eina skaldsliga sensatión.
Tað frætta vit meira um seinni, tá vit hava grópað víðari í bókarúgvunum.