Gøtudalur verður handilsmiðdepil

Ætlanir eru um at gera Gøtudal til nýggjan handilsmiðdepi í meginøkinum við fleiri handilsmiðdeplum og vinnufyritøkum.

Tað eru ikki hissini ætlanir, ið ymisk vinnulívsfólk hava fyri Gøtudal. Eitt nú hava teir, ið standa aftan fyri handilin hjá Haraldsen í Fuglafirði og PW í Norðagøtu, keypt bygningin hjá Aluplast beint eystan fyri niðankoyringina til Leirvíkstunnilin, og sum skilst letur nýggjur matvøruhandil upp har.

Eisini nýbygging
Hetta merkir sjálvsagt, at Aluplast skal hava nýggj hølir, og hesar ætlanir eru eisini komnar væl ávegis. Fyritøkan hevur fingið fatur á einum grundstykki nakað vestan fyri Leirvíksvegin, og har fer Aluplast at byggja nýggjan bygning til alt virksemi hjá fyritøkuni.
Men Aluplast verður væntandi ikki einsamallir vestan fyri Leirvíksvegin. Nakrir vinnulívsmenn hava fingið fatur á stykkinum, sum liggur beint upp at tunnilsvegnum, og har er ætlanin at byggja eina nýggja handilsmiðstøð við fleiri handlum.
Hetta merkir sostatt, at tveir nýggir bygningar vestan fyri tunnilsvegin, men eystan fyri verður eisini víðkað um virksemi.
Sum áðurnevnt hevur Samkeyp ognað sær bygningin hjá Aluplast, men beint við síðuna av hesum bygningi eru eisini ein sethús. Hesi sethús hevur Fastognarfelagið fingið hendur á, og sum skilst eru ætlanir um at byggja enn ein bygning á stykkinum, sum hoyrir til sethúsini. Hvat slag av virksemi, ið Fastognarfelagið hevur ætlanir um í Gøtudali, er tó ikki greitt enn.

Kapping um kundarnar
Tað man verða lítið at ivast í, at tað er Norðoyartunnilin, ið hevur við sær, at tað er blivin stórur áhugi fyri at gera Gøtudal til nýggjan handilsmiðdepil í meginøkinum.
Øll ferðsla til og úr Norðoyggjum fer beint gjøgnum økið, og harafturat er stutt hjá flestøllum eysturoyingum at koyra inn til Gøtudal.
Nær møguleiki verður fyri at fara til handils í Gøtudali, er tó ikki greitt enn, men sum skilst hava Samkeyp og Aluplast gjørt eina avtalu um, at Samkeyp yvirtekur gamla bygningin um eitt ár.