Gøtudalur karmur um ríkt handilslív og tænastu

- Miðjað verður eftir at hava eitt so breitt úrval av handlum sum gjørligt, soleiðis at hesir kunnu "supplera" hvønn annan og draga flest fólk til handilsmiðstøðina, sigur Poul Arne Jacobsen, sum er ein av fyrireikarunum til handilsmiðstøðina í Gøtudali

Handilsmiðstøð

Týskvøldið varð avtala undirskrivað á kommunuskrivstovuni í Gøtu millum teir, sum standa aftanfyri ætlaðu handilsmiðstøðina í Gøtudali og Gøtu kommunu. Gøtu bygdaráð hevur frammanundan samtykt avtaluna, sum nú eisini er undirskrivað millum partarnar.
Hetta er eitt avgerandi og stórt stig móti teirri ætlan, sum Gøtu kommuna og stigtakararnir til handilsmiðstøðina hava í Gøtudali, eystanfyri landsvegin í Norðragøtu og norðanfyri tunnilsvegin oman úr Leirvíkartunlinum.
Tað vóru teir báðir, Hans Jørgen Djurhuus og Poul Arne Jacobsen, sum undirskrivaðu vegna stigtakararnar og Páll Isholm, borgarstjóri, vegna Gøtu kommunu.
Gøtu kommuna selir stigtakarunum tilsamans 13.120 fermetrar av lendinum, sum kommunan fer at gera byggibúgvið sum skjótast.
Ætlanin er, at økið verður klárt hjá stigtakarunum at fara inn á um einar 4-5 mánaðir.
Økið norður gjøgnum Gøtudal, eystanfyri landsvegin, er fyri fleiri árum síðan lagt út til vinnuøkið, og Gøtu kommuna hevur leingi átt ein stóran part av hesum lendi.
Páll Isholm segði í gjárkvøldið, at kommunan eigur einar 40.000 fermertrar av lendinum, og at møguleikar eru fyri at veksa vinnuøkið við umleið 40.000 fermetrum aftrat, soleiðis at samlaða økið verður einar 80.000 fermetrar stórt.
Vakstrarmøguleikarnir eru serliga niðaneftir og suðureftir.

150 fólk
Poul Arne Jacobsen segði, at teir, sum standa aftanfyri sjálva handilsmiðstøðina, fara at byggja ein bygning í tveimum hæddum, har hvør hæddin verður 2.900 fermetrar  ella 5.800 fermetrar tilsamans. Síðan fara P/F Leif Mohr og P/F Alu-Plast at byggja hvør sína høll upp á 1.240 fermetrar.
Handilsmiðstøðin, sum fer at rúma umleið 10-12 handlum umframt skrivstovum og matstovu undir sama taki, verður bygd syðri á grundøkinum, og síðan verða hallirnar hjá LM og Alu-Plast bygdar norður úr handilsmiðstøðini.
Mett verður, at eini 150 fólk fara at arbeiða í handlum, skrivstovum innan tænastuvinnuna.

Góð P-viðurskifti
Stórur dentur verður lagdur á parkeringsviðurskiftini, og tilsamans verða 267 parkeringspláss til handilsmiðstøðina og hallirnar hjá LM og Alu-Plast.
- Rættiliga stórur áhugi er fyri at sleppa inn í handilsmiðstøðina, men enn er eingin avgerð tikin um, hvussu samansetingin av handlum og øðrum verður.
Poul Arne segði, at miðjað verður eftir at hava eitt so breitt úrval av handlum sum gjørligt, soleiðis at hesir kunnu "supplera" hvønn annan og draga flest fólk til handilsmiðstøðina.

Stóran týdning
Páll Isholm, borgarstjóri, segði seg vænta, at handilsmiðstøðin í Gøtudali fer at fáa stóran týdning fyri Gøtu kommunu og økini rundan um kommununa.
- Framtíðin krevur, at handilslívið verður savnað um viðskiftafólkini.
Hann vísti á, at slíkt virksemi eisini setir krøv til kommununa, eitt nú við góðum umstøðum til fólk, ið ynskja at seta búgv, ansingarpláss og frítíðaraktivitetir.
- Undir slíkum umstøðum hevur tað stóran týdning við góðari tilrættalegging, segði Páll Isholm, borgarstjóri.
Tað er Teknistovan í Gøtu, sum hevur teknað handilsmiðstøðina í Gøtudali.
Ætlandi stendur miðstøðin liðug um hálvt annað ár ella so.