Gøtubrá ? ein vala býli í Gøtu

Seinnapartin hósdagin var hugnalig samkoma í nýggja eldrasambýlinum í Gøtu, sum hevur fingið navnið, Gøtubrá. Býlið er nú alment tikið í nýtslu, og fyribils eru trý fólk komin inn at búgva. Búfólkini verða 10 í tali, áðrenn langt um líður. Í kjallarahæddini er gjørt klárt til seks fólk aftrat

Móttøka

Tað var borgarstjórin í Gøtu kommunu, Haldóra Ranghamar, sum handaði leiðaranum fyri Heimarøktini í Eysturoy, Ásu Hanuson, lyklarnar til Gøtubrá, sum áðrenn langt um líður verður býlið hjá 16 brúkarum undir bestu umstøðum, ið hugsast kunnu.
Haldóra segði, at navnið "Gøtubrá" nú verður felagsheitið fyri bæði sambýlið og dagtilhaldið.
- Vit eru takksom fyri, at vit sluppu at brúka hetta navnið, og vit halda, at tað hóskar til stovnin.
Borgarstjórin segði, at ein av teimum fyrstu avgerðunum, sum sitandi bygdaráð í Gøtu tók, var at arbeiða víðari við ætlanini um at byggja eitt sambýli. Undanfarna bygdaráð hevði gjørt ávísar fyrireikingar og hevði eisini sett nakað av peningi av til endamálið.
- Hetta var ein stór uppgáva hjá eini kommunu at fara í holt við, men tað var eitt samt bygdaráð, sum stóð aftanfyri ætlanina.
Tað var um várið í 2001, at Gøtu bygdaráð heitti á Teknistovuna við Gøtugjógv um at kanna, hvat best egnaða staðið í kommununi til eitt sambýlið var.
- Vit ynsktu, at økið var so mikið stórt, at møguleikar eisini vóru kundu vera fyri øðrum alternativum til tey eldru. Tá ið saman um kom, varð mett, at hetta var best egnaða økið. Hetta sambýlið er partur av eini størri verkætlan, sum vónandi so við og við kann verða førd út í lívið. Vit hugsa okkum, at her verða eldraíbúðir, og aðrir møguleikar kunnu eisini koma uppá tal.
Haldóra helt, at økið, har heimið nú liggur, kann tykjast eitt sindur avsíðis, men í framtíðar útstykkingar ætlanum verður vegur bygdur niðan hendanvegin, og tá verður einfaldari og lættari at koma niðan.
Hon vísti á, at útsýnið úr sambýlinum er avbera gott, bæði inn á Varmakeldueiðið, yvir til Gøtugjáar, Syðrugøtu og heilt niðan á Gøtueiði. Sera gott útsýnið er eisini omaná havnaøkið, og hiðani kunnu tey eldru eygleiða skipini, sum koma og fara. Gott útsýnið er eisini yvir ítróttarøkið, har virksemið hjá teimum ungu er.
- Tá ið farast skuldi undir at byggja sambýlið, varð gjørt av at seta eina bygginevnd ? og eisini hildu vit tað vera umráðandi at fáa tey, sum varða av einum slíkum sambýli, at vera við frá byrjan av. Umboð fyri brúkarar og starvsfólk vóru soleiðis tikin við uppá ráð, so innrættingin kundi gerast so góð sum gjørligt.
Haldóra Ranghamar segði, at tað hevur verið ein stórur fyrimunur at kunna seg við køn fólk, og hetta hevur so sanniliga verið viðvirkandi til, at vit nú hava fingið eitt gott sambýli.
- Sum umboð fyri starvsfólkið hevur Ása Hanuson, leiðari fyri Heimarøktini, luttikið, og Rigmor Thomsen og Niclas Mikkelsen, sáli, hava umboðað brúkararnar. Tá ið Niclas doyði, kom Leif Pedersen í hansara stað. Vit vilja takka teimum fyri beinasemi, segðI borgarstjórin.
Í bygginevndini hava sitið Oluffa Joensen, formaður, Steintór Jacobsen og Haldóra Ranghamar. Skrivari hevur verið Måns Persson.
Ása Hanuson, sum tók ímóti lyklunum til nýggja eldrasambýlið, fegnaðist um, hvussu væl árið 2004 hevur hildnast á eldraøkinum í Eysturoy.
- Hetta er triðja sambýlið, sum verður tikið í nýtslu í oynni í ár, og harumframt er heim latið upp fyri minnisveik, og sambýlið á Eiði er útbygt við fimm búplássum aftrat.
Hon segði, at nú árið 2004 er farið at halla, eru sambýlisplássini í øki 3 økt úr 25 uppí 61, umframt tey átta plássini, sum eru á heiminum fyri minnisveik.
Ása Hanuson endaði við at siga, at spennandi verður nú at síggja, um næsta byggistig hjá kommununum verða eldraíbúðir.