Gøtubarnið sum bleiv prestur

Hóast Marjun Lómaklett fekk eina trupla byrjan upp á lívið, tá ið hon sum nýføðingur í Korea varð sett út á gøtuna, so heldur hon í dag, at lívið hjá henni er ein stór gáva. -Eg fekk eitt fantastiskt lív í Klaksvík, har eg varð ættleidd til. Tískil valdi eg at gerast prestur, soleiðis at eg kann hjálpa øðrum fólkum til eitt gott lív, sigur Marjun

Sóknarpresturin í Suðurstreymoy, Marjun Lómaklett, hevði sum tvey ára gomul roynt mangt og hvat í sínum stutta lívi. Hon var sum nýðføðingur sett út á gøtuni av mammu síni í Seul í Korea. Síðani búði hon á ymsum barnaheimum, inntil hon ein dag bleiv ættleidd til Klaksvíkar her í Føroyum.
-Eg havi avgjørt nógv at verða takksom fyri. Hóast eg fekk eina trupla byrjan upp á lívið, so fekk eg tey mest fantastisku foreldur, ein kann ynskja sær, sigur Marjun Lómaklett, tá ið hon mikuvøldið helt ein áhugaverdan og skemtiligan fyrilestur í Miðlahúsinum um at verða ættleiddur.

Útsett fyri happing
Marjun, sum í dag er í tretvinum, var ein av teimum fyrstu ættleiddu børnunum í Føroyum, og tað gekk skjótt upp fyri henni, at av tí at hon sá øðrvísi út enn tann "normali" føroyingurin, so bleiv hon ofta øðrvísi viðfarin.
-Gamlar konur spurdu, sum vant er í Føroyum, hvør átti míni spælivinfólk í grannalagnum. Eg bleiv hinuvegin spurd, hvar eg kom frá. Tá ið eg segði Klaksvík, vildu tey ikki trúgva mær, og spurdu enn einaferð, hvar eg veruliga kom frá, sigur Marjun.
Eisini í skúlaárunum var tað torført í fyrstani hjá Marjun. Børnini tá, eins og í dag, søgdu bara beint út, hvat tey sóu, og onkutíð kom tað fyri, at Marjun bleiv kallað skeiveyga ella onnur minni vøkur eyknevni.
-Sjálvandi var tað tungt hjá einum lítlum barni at verða útsett fyri tílíkum, men aftur har vóru míni foreldur fantastisk. Tey duldu ongantíð fyri mær, at eg var úr Korea, og at eg hevði onnur foreldur har. Og at tað var tí, at eg sá øðrvísi út enn hini børnini. Soleiðis lærdi eg beinanvegin at liva við mínum samleika. Um fólk í dag kalla meg okkurt eyknevni, so veit eg, at tað er ikki mær tað er gali við, men óvitinheitini hjá hesum fólkum, sigur Marjun.
Marjun heldur tó, at í dag verða ættleidd børn minni útsett fyri tílíkari happing, tí vit í dag liva í einum heimi, ið er vorðin minni.
-Ì dag eru øll von við at síggja myrk fólk ella asiatar í sjónvarpinum ella á netinum. Tískil er tað nú ikki so heilt løgi fyri okkum føroyingar at síggja øðrvísi fólkasløg. So happingin er avgjørt ikki til í sama líki, sum tá ið eg var lítil, sigur Marjun.

Hugsar um upprunamammuna
Spurningurin, ið Marjun fær oftast, tá ið tosað verður um ættleiðing, er, um hon fer at leita eftir sínum upprunaligu foreldrum. Hóast Marjun ofta hugsar um síni upprunaligu foreldur, so er hetta ikki tað, ið liggur fremst í hugaheimi hennara, tí at hon í dag hevur eina deiliga og fantastiska familju heima í Klaksvík.
-Eg veit sjálvandi, at úti har eru allarhelst ein mamma og ein pápi hjá mær, men mín veruliga mamma og pápi eru foreldrini hjá mær í Klaksvík, sigur Marjun.
Síðani hon sjálv er vorðin mamma, hevur hon tó hugsa nógv um, hvussu illa upprunaliga mamma hennara hevur verið fyri, tí hon kendi seg noyddan at seta barnið hjá sær út á gøtuna.
-Tá ið eg hyggi eftir mínum barni, so dugi eg illa at ímynda mær, at tað yvirhøvur kann vera møguligt at bara leggja barnið hjá sær út á gøtuna. Tí tonki eg ofta upp á, at eg skuldi farið og funnið mína upprunaligu mammu, fyri at siga henni, at eg havi tað ordiliga gott, soleiðis at eg kann linka um sváru pínuna, ið hon allarhelst hevur kent, tá ið hon lagt meg út á gøtuna, sigur Marjun.

Vildi geva gávuna aftur
Marjun kennir, at alt hennara lív er ein stór gáva.
-Upprunamamman gav mær lívið í gávu. Hóast hon ikki megnaði at geva mær eitt gott lív, so vóru tað tvey fantastisk fólk úr Klaksvík, ið vígdu sítt lív til mín. Tí kendi eg tað sum mína skyldu at geva hesa stóra lívsins gávu víðari til onnur, tá ið eg vaks til, og skuldi velja mær eina útbúgving. Eg visti, at eg vildi hjálpa fólki. Og valið fall nokk á prest, tí eg altíð havi gingið nógv í kirkju, sigur Marjun.
Undir prestalestrinum í Danmark komu nógvar skemtiligar løtur burturúr, av tí at Marjun ikki sá heilt út, sum ein vanligur lesandi føroyingur.
-Ongin vildi trúgva mær, tá ið eg segði eg var føroyingur. Serliga minnist eg, eina gamla konu í Århus. Eg skuldi vera blíð, og fór at heilsa upp á. Hon beit beinanvegin merki í mítt svarta hár, og spurdi hvussu tað var at liva í Grønlandi, flennur Marjun.

Rætt at ættleiða
Hóast tað eru mong, ið ikki halda tað er rætt at ættleiða børnini úr teirra upprunalondum, so er Marjun ikki í iva.
-Eg haldi avgjørt tað er rætt at ættleiða. Eg skilji væl fólk, ið siga, at tað verður torført fyri ættleiddu børnini, tí tey síggja jú øðrvísi út, og kanska práta tey annað mál. Men hygg bara eftir mær, og hvussu væl tað hevur gingist mær, sigur Marjun.
Marjun heldur, at tað týdningarmesta fyri foreldur, ið ættleiða, er at minnast til ikki at dylja samleika barnsins.
-Míni foreldur vóru altíð sera opin yvirfyri mær; søgdu hvar eg var frá, hví eg sá øðrvísi út. Eg haldi, at hetta er avgjørt tað rætta. Eg veit, at summi foreldur velja at dylja barnsins samleika, men barnið finnur út av tí fyrr ella seinni, og so gera foreldrini tað svárari fyri børnini at finna sín samleika, sigur Marjun.
Tá ið Marjun kom til Føroya, hevði hon longu eitt navn og hon dugdi eitt sindur av koreanskum. Ì dag sigur Marjun, at henda unga genta er ikki til meir.
-Nei, í dag eri eg avgjørt Marjun Lómaklett frá Klaksvík. Eg eri føroyingur og tosi føroyskt. Hóast eg ikki nokti mín samleika sum koreani, so er hetta í dag bara ein sera lítil partur av mær, sigur Marjun.