Harðir bardagar vóru í miðbýnum í Moskva í dag millum løgregluna og mótmælisfólk, sum gingu mótmælisgongu ímóti Vladimir Putin. Sambært løgregluni vórðu meiri enn 250 fólk tikin. Tíðindastovurnar skriva, at mótmælisfólk tveittu fløskur og grót eftir løgregluni, sum svaraði aftur við lurkum.
Tíðindastovurnar eru ósamdar um, hvussu nógv fólk vóru við í mótmælisgonguni. Týska tíðindastovan DPA nevnir talið 8.000.
Hinvegin er greitt, at tríggir andstøðuleiðarar vóru millum tey mótmælandi, og at allir tríggir, Boris Nemtsov, Sergei Udaltsov og Alexei Navalnij, vórðu tiknir og eru nú í varðhaldi hjá løgregluni í Moskva.