Sjúrður Hansen
??????????????
Stutt: GÍ 75 og bæði Sarpugerðistún og Syðrugøta hava mín sann eisini hvør sítt 60 ára party nú í ballmeldrinum: Harald Hammer, Syðrugøtu og Áslakkur Hansen, Norðragøtu. Tillukku. Røktingarmenn á hvør sínum lærdómsøki: Áslakkur í fjøllunum (ikki minst á fjalli) Harald í skúlanum.
P/F Vónin í Fuglafirði hevur verið arbeiðsplássið hjá Áslakki seinastu mongu árini og barnið í Gøtu skúla, har Harald hevur arbeitt sum lærari leingi, er vón og gáva bygdarinnar og alt samfelagsins.
Johannus Husgaard fór frá okkum 78 ára gamal herfyri og sum skipari, har Áslakkur Hansen eisini stóð honum við lið sum bestimaður á nótaveiðu, aldist eisini mangur ungdómur til mans á skipsdekki hjá honum.
Í víðastu merking, er tað ein fjølbroyttur skari, Gøtustuðlar og her havi eg als ikki nevnt konurnar í bygdini.