Gøtu kirkju ungdómskór vitjar á Skála

Kórið er afturkomið úr Riga, har kórið luttók í EM fyri kór.

Komandi sunnudag, 24. sept. 2017 luttekur Gøtu kirkju ungdómskór (GKU) til gudstænastuna í Skála kirkju, kl. 11.00. Fleiri av kórlimum eru av Skála. Gudstænastan verður skipað soleiðis, at kórið kemur at framføra meira enn vanligt til eina gudstænastu. Kórið við hesum dugnaligu, ungu fólkunum vitjaðu eisini Skála kirkju í 2016.

Kórið er nú afturkomið úr Riga, har kórið luttók í EM fyri kór og hevði konsertir.

Kórið fekk silvur í báðum kappingunum, sum kórið luttók í. Tann eina var kapping millum ungdómskór, og hin var í kirkjutónleiki, har bæði ung og vanlig kór luttóku.


Kórið fekk eisini hægsta stigatalið, sum kórið higartil hevur fingið til slíkar kappingar.