Nógv stákan er í Gøtu í hesum døgum, nú árligi G! festivalurin er um at byrja. Fyrireikarar, bygdafólk, feløg og onnur í nærumhvørvinum leggja nú síðstu hond á verkið, áðrenn túsundtals av gestum koma úr øllum landinum og útheiminum.
Eisini skráin í Gøtu kirkju verður merkt av, at talan er um eina heilt serliga viku í bygdini. Ovi Brim, sóknarprestur, upplýsir, at dyrnar verða latnar upp allar dagarnar meðan festivalurin er.
Ymiskt verður á skránni hesar dagar, men dyrnar verða eisini latnar upp til teirra, ið einans hava brúk fyri einum staði at njóta eina stilla løtu.
- Í nøkur ár hava vit í Gøtu kirkju gjørt eitt sindur burturúr, nú so nógv fólka leita sær til Gøtu. Tá ið vit eru í onkrum býi úti í heimi, so er heilt vanligt at kirkjurnar eru opnar, soleiðis at til ber at fara innar til eina stilla løtu. Hetta ynskir kirkjuliðið í Gøtu kirkju eisini skal verða møguligt hjá teimum mongu gestunum komandi dagarnar, sigur Ovi Brim.
Tískil er avgerð tikin um at hava kirkjuna opna frá mikudegnum til leygardagin. Allar dagar frá kl. 14.00 til 21.00.
- So er møguleiki at leita sær innar fyri at sita í kvirru eina løtu. Fólk kemur eisini at verða á staðnum, um ynski er um samtalu ella forbøn, sigur sóknarpresturin.
Kl. 18.00 mikukvøldið verður gudstænasta við Ova Brim, umframt at Gøtu kirkju ungdómskór, sum júst hevur vunnið heiður í kórkapping í Týsklandi, luttekur. Símun Hammer stjórnar. Aftaná gudstænastuna verður borðreitt við suppu.
Hinar dagarnar kl. 18.00 verður urgutónleikur í kirkjuni og sunnumorgunin er sjálvandi gudstænasta sum vanligt, leggur Ovi Brim afturat.

Gøtu kirkja spílar seg út til G!

