Um alt gongur sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, vónar, so kunnu persónar, ið longu eiga eitt skip, um tvær til tríggjar vikur bjóða upp á kvotur í fimm ymiskum fiskabólkum.
Á tíðindafundinum upplýsti landsstýrismaðurin, at royndaruppboðssølan skuldi setast í verk skjótast gjørligt, og í viðmerking við in.fo sigur hann, at hann vónar at skipanin verður tikin í brúk um tvær til tríggjar vikur.
- Hoyringsfreistin til uppritið er skjótast gjørlig, og tað er nakað, ið vit skulu gera. Hon er úti 11. juni. Vit hava eisini verið í samband við Fiskamarknað Føroya og aðrar partar, so eg vóni, at vit kunnu hava tað klárt um hálvan juni.
Tað er Fiskamarknaður Føroya, ið skal standa fyri opnu uppboðssøluni, meðan tað er Vørn, ið skipar fyri afturlatnu uppboðssøluni.










