Fuglfirðingar eru framvegis sørir í kappingini um Løgmanssteypið. ÍF var ólavsøkudag fyri fyrstu ferð partur av finaluni, og hesa ferð gekk tað, sum tað gjørdi, tá ið teir í 1987 royndu seg í finaluni um Ísafjarðarsúluna. Ta ferðina vann HB, og hesa ferð vann GÍ.
Tað eru fimm ár síðani, at GÍ síðst vann sín fyrsta lut í Løgmanssteypinum. Í fyrraárið taptu teir finaluna móti B36. Hesa ferð kendist tað sum um, at tað var vinningur fyri GÍ, at nógvir av spælarunum áður høvdu roynt seg í avgerandu steypauppgerðum.
Fótbóltsspælið var soleiðis, sum tað plagar at vera í finalunum. Tað var stórur bági, at spælararnir ikki eru vanir at spæla á grasi, og tað kom ov ofta fyri, at sendingarnar ikki vóru nóg neyvar, og at bólturin ikki ferðaðist júst soleiðis, sum spælararnri tóktust rokna við, at hann fór at gera.
GÍ hevði størri tyngdi í nærdystunum, og gøtumenn vóru grammari og skjótari, tá ið stríð var um returbóltarnar.
Fuglfirðingar vóru nervaðir av, at Poul Ennigarð og serliga Bartal Eliasen sótu leikbannaðir uttanfyri. Birgir Sondum gav spælarunum loyvi til at nýta nógva styrki í nærdystunum. Gøtumenn megnaðu alla tíðina at gera nyttu av tí veruleikanum, meðan fuglfirðingar ikki fyrrenn teir í steðginum høvdu tosað saman, lyftu seg upp til størri tyngd og nærlagni í mann ímóti manni uppgerðunum.
Tað var tætt og spennandi, inntil GÍ lítla løtu undan steðginum økti til 2-0. So minkaði intensiteturin, og í fitta løtu tóktist spurningurin vera, hvussu stórur GÍ sigurin fór at verða.
Seinna partin av 2. hálvleiki spenti ÍF álopsbogan við at hava tríggjar í aftastu ketuni og fýra tríggjar í fremstu ketuni. Rúni Elttør, sum saman við Símuni Eliasen hevði verið í ÍF miðverjuni, varð fluttur fram í álopið, og átjan minuttir undan leikloki minkaði ÍF um munin.
So var tað rættuliga spennandi, og tað lá í luftini, at í hvussu so er eitt mál fór at verða skorað afturat. GÍ fekk mál, tá ið tað restaðu sjey og fimm minuttir. Harvið gjørdsist talan um 4-1 GÍ sigur. Kanska var sigurin hjá gøtumonnum ivaleysa stórur, men sum spælið myndaðist síðsta lítla tíman, so var einki at siga til, at tað var GÍ liðformaðurin, Sámal Joensen, sum tók ímóti steypinum.
GÍ stóra úrtøku
Fyrsti hálvi tímin var rættuliga tættur. Nógv gekk fyri seg mitt á vøllinum, har sentralu miðvallararnir, sum skuldu mynda spælið, høvdu tað torført. Súni Olsen hjá GÍ tóktist í stóran mun at hava tankarnar í Aalborg, og hjá Høgna Zachariasen stemmaði tað ikki, sum tað ger, tá ið góðu fótbóltsevnini hjá honum koma til sín besta rætt.
Liðformenninir báðir Sámal Joensen hjá GÍ og Eyðolvur R. Petersen hjá ÍF vunnu nógvar bóltar, men hvørki liðið megnaði at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
ÍF hevði tvey vandamikil fríspørk dygst uttanfyri brotsteigarmarkið. Í fyrra førinum sendi Høgni Zachariasen omanfyri manngarðin og málið, og í seinna førinum sendi Magni á Lakjuni upp um manngarðin, men Sunvard Joensen, sum hevði vunnið kappingina um málverjusessin hjá GÍ, bjargaði.
GÍ, sum hevði broytt spælskipan frá 4-5-1 og til 4-4-2, fekk stóra úrtøku burturúr sínum møguleikum. Tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra umfarinum fingu teir hol á. Áslakur R. Petersen kastaði langt inn úr høgru. Tórður Thomsen í ÍF málinum royndi við nærra stólpan eftir bóltinum, men hann misti, og eftir tvær ferðir aftur og fram smekkaði Hanus Jacobsen, sum var miðvallari í vinstru upp undir nettakið.
Fuglfirðingar fullu ikki í fátt, og fyri dystargongdina kendist tað avgerandi, at teir skuldu megna at javna undan hvíldini. Teir royndu at leggja trýst á, og teir vóru framvið í deyðbóltsstøðum, tí fleiri fríspørk vórðu dømd ímóti GÍ. Tað var kortini ikki ÍF, men heldur GÍ, sum fekk mál undan steðginum.
Súni Olsen sendi eftir miðásinum og fram til Hanus Jacobsen, sum spældi eitt tvey við Poul Arna Jacobsen, ið var undir liðini á Popczynski. Poul Arni spældi aftur til Hanus Jacobsen, sum var púra kaldur, tá ið hann sendi flatt inn við nærra stólpanum.
ÍF trupulleikar
ÍF legði bragdliga fyri eftir steðgin. Tað galt um skjótt at koma afturíaftur hjá teimum, og teir lógu frammarlaga. ÍF hevði royndir móti GÍ málinum, men tað kendist sum um, at tyngdin og broddurin ikki vóru nóg dygg.
Áki Petersen, sum var vongverji í vinstru, hevði fínt langskot, sum GÍ málverjin hálvbjargaði, og Sylla sendi upp um, eftir at Emil Nolsøe Leifsson, sum var góður bóltspælari í vinstru á miðvøllinum, hevði lagt innfyri.
Tá ið ÍF fekk mál, og tað í eina løtu aftur gjørdist spennandi, var tað Hanus Eliasen, sum vann brotssparkið. Hans Jørgen Djurhuus, sum er fongur hjá GÍ at hava fingið, framdi brotið, og Gunnar Nielsen, sum hevði avloyst Emil, var tryggur úr ellivu metrum.
At ÍF legði meiri fyri í álopspartinum bar við sær, at spentar støður stóðust í báðum endum. ÍF var fleiri ferðir næstan framvið, men sannførandi Atli Gregersen og Kaj Ennigarð, sum hevðí vunnið hitt miðverjuplássið og stóð seg heilt væl, høvdu saman við Jónreid Dalheim og Hans Jørgeni í borðunum tak á.
Áslakur R. Petersen syrgdi fyri, at tað koppaði GÍ til fyrimunar. Eftir uppspæl í høgru og sending frá Popczynski kanóneraði hann av brotsteigarsamankomingini í høgru og upp í nærra tríkantin, og tveir minuttir seinni var Hanus Jacobsen aftur upp á spæl. Í vinstru gjørdsti hann eftir sending frá Sámali Joensen einsamallur, og frammanfyri fegnum bláum og gulum og vónsviknum reyðum og hvítum á og uttanfyri vøllin staðfesti Hanus sigurin og samstundis, at hann skal roknast sum ein av lyklaspælarunum í Gøtu.
GÍ-ÍF 4-1 (2-0)
Finala um Løgmanssteypið
Ólavsøkudag, 29. juli 2005, kl. 16.00 á Tórsvølli
Dómarakvartett: Birgir Sondum, Regin Egholm, Jónleif Frederiksen og Georg Rasmussen
1-0: Hanus Jacobsen 35.
2-0: Hanus Jacobsen 43.
2-1: Gunnar Nielsen br 72.
3-1: Áslakur R. Petersen 83.
4-1: Hanus Jacobsen 85.
GÍ: 1. Sunvard Joensen 2. Jónreid Dalheim, 5. Kaj Ennigarð, 10. Atli Gregersen, 18. Hans Jørgin Djurhuus (17. Robert Rzecyeki, 89.) 6. Áslakur R. Petersen (14. Sam Jacobsen, 86.), 4. Sámal Joensen liðformaður, 9. Súni Olsen, 3. Hanus Jacobsen 11. Poul Arni Jacobsen (7. Magni Jarnskor, 58.), 8. Krzystof Popczynski
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 15. Poul Henning Jacobsen, 16. Mortan Joensen
Gult kort: Áslakur R. Petersen 65., Hans Jørgin Djurhuus 73.
Venjari: Krzystof Popczynski
Hjáparvenjari: Pauli Jarnskor
ÍF: 1. Tórður Thomsen 8. Fritleif í Lambanum, 18. Rúni Elttør, 30. Símun Eliasen, 2. Áki Petersen 10. Hanus Eliasen (9. Atli Petersen, 77.), 11. Eyðolvur R. Petersen liðformaður, 17. Høgni Zachariasen, 14. Emil Nolsøe Leifsson (12. Gunnar Nielsen, 59.) 20. Sylla D. Ahmed, 28. Magni á Lakjuni (4. Bárður á Lakjuni
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 15. Eyðun Ryggshamar, 16.Jacob Kaas
Gult kort: Eyðolvur R. Petersen 75., Høgni Zachariasen 82.
Venjari: Petur Simonsen
Hjálparvenjari: Sonni Jensen