Ein 29 ára gomul kvinna var í Føroya Rætti í gjár dømd fýra mánaðir fongsulsrevsing, fyri at hava roynt at smugla 281 gramm av hassji til Føroya. Týsdagin í síðstu viku varð ein 29 ára gomul donsk kvinna tikin á flogvøllinum fyri at royna at smugla hassj til Føroya.
Kvinnan játtaði seg beinanvegin seka í smuglingarroynd, og játtaði eisini at hava smuglað umleið 200 gramm av hassji til Føroya 19. mars í ár.
29 ára gamla danska kvinnan samstarvaði alla tíðina við narkoløgregluna, og hetta førdi til handtøkur av bakmanninum og einum seljara.
Upprunaliga varð danska kvinnan varðhaldsfongslað í 14 dagar, men kanningarnar móti henni vóru lidnar munandi fyrr, og tí varð hon til dómsviðgerð í Føroya Rætti í gjár.
Talan var um eina játtanarsak, har kvinnan hevði játtað seg seka í trimum forholdum.
Ákærin kravdi kvinnuna dømda í fimm mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing, sum kundi ganga niður í fýra mánaðir. Verjin metti 50 dagar treytaða fongsling vera nóg mikið.
Dómarin legði seg mitt ímillum og dømdi kvinnuna í fýra mánaðar fongsul, harav teir tveir verða treytaðir.










