Mánadagin kemur eitt ísfiskalínuskip, sum hevur fiskað í grønlendskum sjogvi, heim at landa. Teir hava mest av toski og brosmu.
- Vit vænta eisini, at fýra ísfiskalínuskip, sum fiska undir Føroyum, koma heim at landa - antin miðskeiðis ella síðst í næstu viku. Skipini undir Føroyum hava mest av toski og svartkalva.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at tvey ísfiskalínuskip nýliga eru byrjaði túr á Íslandsrygginum, men hesi skipini koma neyvan heim at landa í næstu viku.
Lagt verður aftrat, at av fýra frystilínuskipum, sum eru til fiskiskap í løtuni, eru trý í føroyskum sjógvi, og eitt fiskar í grønlendskum sjógvi.
Útlitini til útróður í næstu viku eru góð. Streymurin verður góður, og tað verður veðrið eisini. Tí er væntandi, at onkrir útróðrardagar verða í næstu viku.










