Sjálvt um G! Festivalurin ikki byrjar fyrr um tvær vikur, so eru longu 2000 tjaldingarpláss seld, og tað er met. Í fjør var talið, tá ið festivalurin byrjaði, 1800. Tjaldingarplássið er størri enn í fjør, men sum tað gongur nú, so verður útselt skjótt kortini.
Umframt vanligu tjaldingina er eisini eitt øki sett til síðis við fótbóltsvøllin, har familjur kunnu tjalda. Og hevur ein hug at koma við kampingvogni á G!, so er tað eisini ein møguleiki.