G tjaldarar flyta til Norðragøtu

Tjaldingarøkið á G! flytir í ár yvir aftur ímóti Norðragøtu. Meira nágreiniliga verður tjaldingin á bønum ímillum Mortansstovubrekkuna, sum gongur oman við fótbóltsvøllinum, og kirkjugarðin. Aldargamli bygdavegurin yvir móti Gøtugjógv gongur beint framvið.

 

– Avgerðin at flyta tjaldingarøki byggir á fleiri viðurskifti, ið vit vildu bøta um, sigur Jón Tyril, samskipari.

 

– Nýggja tjaldingarøkið er lættari at ganga til og frá og liggur praktiskt fyri. Har eru góð atkomu- og parkeringsviðurskifti, tað liggur eisini tætt við tænastuøki við ítróttarøki og handli og beint við sandin í Norðragøtu. Høvuðsvegurin liggur ovari og hevur gott ljós, og tað er hópin meira upplagt at ganga eftir Gamla vegi, sum eisini hevur gott ljós, sigur hann.

 

Yvir av tjaldignarøkinum, hinumegin ánna, verður eins og undanfarin ár, kampingvognapláss.

 

Seinastu árini hevur tjaldingin á G! verið útseld. Í fjør við 2.500 fólkum. Í ár verður pláss fyri 2.000 tjaldarum. Tí rokna fyriskipararnir við útseldum øki aftur í ár.