Gýtingarleiðin verður oydd

.

Í blaðnum í gjár bórust tíðindi um, at fiskimálaráðharrin hevur gjørt av at lata allar kassar vestanfyri og norðanfyri upp fyri várróðuri við snellu.

Men útróðrarmenn á Sandoynni eru ikki samdir í, at allir kassar eru latnir upp. Teir vísa á, at økini, sum latin eru upp til snellufiskiskap vestanfyri eru øki uttan fyri alla gýtingarleið. Sostætt fáa teir einki burturúr várróðurinum, siga teir.

Sambært útróðrarmonnunum hava línuskipnini harafturímóti fingið góðar sømdir. Tey sleppa at fiska lagt inn í gýtingarøkini, meðan útróðararbátarnir noyðast út á 12 til 15 fjóðringar millum størru bátarnar at royna.

Hetta halda útróðrarmenn á Sandoynni vera ógvuliga óheppi, tí í løtuni er stongt norðanfyri, og tí er vandi fyri rættuligari ovurfisking vestanfyri.

Útróðrarmenninir heita tískil á fiskimálaráðharran um at betra um sømdirnar hjá útróðrarmonnum kring alt landið sum skjótast.