G! avdúkar nýggj nøvn alla vikuna, og í dag er greitt, at svenski heavy metal bólkurin The Haunted fara at framføra til ársins G! Festival. -Illir, svenskir menn við hvítum tonnum og longum, sløttum hári. Sum hava stoypt sær eitt trummusett, og sum buka basstaktir á stálveirar. Soleiðis sigur Jón Tyril um teir útlendsku gestirnir
Tað verður øgiligur málmur tá The Haunted standa á palli í julimyrkrinum í Gøtu í summar.
Í gjár var kunngjørt at Spleen United og Veto koma við sínum heiðranum úr Danmark ? og úr Svøríki koma The Haunted við Swedish Metal heiðursløn í kuffertinum. Besta metal útgáva í Svøríki í fjør var ?Versus? hjá The Haunted.
-Sviarnir verða mettir at duga tað, føroysku metal-vinirnir leingist mest eftir longu vetrarkvøldini ? at gera sínar egnu útgávur til hámar skuggar, tá teir standa á palli. Aggressiónir stýrdar við harðari hond. Skjótt og hart, spælt við ísakøldum neyvleika, sigur Jón Tyril.
Svenski bólkurin The Haunted er ikki nakar nýggjur ókendur bólkur á altjóða tónleikapallinum. Teir hava framført saman síðan 1996. Anders og Jonas Björler, sum eru beiggjar, og Adrian Erlandsson spældu í bólkinum At the Gates, sum var millum slóðararnar á svenska Heavy Metal pallinum.
-Serliga seinnu árini hava The Haunted fingið løn fyri stríðið, og fyri at tora at víðka um hugtøkini. Teir spæla trash, ja, men teir hava eisini melodiskar síður. Teir eru harðir, men eisini melankolskir, sigur Jón.
The Haunted hava givið út seks fløgur, tann seinasta ?Versus? sum tann best umtókta.
The Haunted hava spælt óteljandi konsertir, serliga í Evropa, USA og Japan, og í summar koma teir til Gøtu.