Góðtekur tað sum flokk­urin ikki góðtekur

Hóast tað fall floks­leiðsl­uni í Javn­­­­að­­­ar­­flokk­­i­num fyri bróst­­ið, at Levi Mørk, bý­ráðs­­lim­­ur í Havn fyri Javn­að­­ar­flokk­in og val­­evni til løg­­tings­val­ið, setti fram fas­is­tisk sjón­ar­mið á Face­book í sam­bandi við yv­ir­gangs­at­sókn­ina í Oslo, so hev­ur Heð­in Mort­en­sen, borg­ar­stjóri, ikki trup­ul­leik­ar at sam­starva við Levi Mørk.

Heðin Mortensen sig­ur, at hann hev­ur tos­að við Levi Mørk, og hev­ur fing­ið at vita, at Levi Mørk er fram­hald­andi sinn­að­ur at ar­beiða sam­an við og stuðla Javn­að­ar­flokk­i­num í bý­ráð­num. Sos­tatt verð­ur einki broytt í Tórs­havn­ar býráð.

Heðin Mortensen sigur, at Levi Mørk hev­ur sagt nøk­ur ó­heppin ting, men er síðani kom­in við eini um­ber­ing, og at hann tor­ir at taka eina slíka um­ber­ing til eft­ir­tekt­ar og halda á­fram við at sam­starva við Levi Mørk.

– Men eg havi bara tosað við Levi Mørk. Eg havi einki hoyrt frá starvs­nevnd­ini hjá Javn­að­ar­flokk­i­num, og gangi út frá, at eg hoyri frá teim­um, um tey hava nøk­ur onn­ur sjón­ar­mið, sig­ur Heð­in Mort­en­sen.

Ikki er greitt, hvat floks­leiðsl­an hev­ur sagt við Levi Mørk. Men eft­ir at floks­leiðsl­an hev­ur við­gjørt út­tal­ils­ini, hev­ur Levi Mørk tik­ið seg aft­ur sum val­evni til løg­ting­ið og meldað seg úr flokk­i­num.

Sostatt er greitt, at hann kann ikki stilla upp aftur fyri Javn­að­ar­flokk­in til bý­­ráðs­val­­ið næsta ár , tá hann hevur meld­að seg úr flokkinum.