GÍ tekur pulsin um samanlegging

Talan er tó ikki um nakra endliga avgerð, sum fellur á fundinum.

- Tað hava verið røddir frammi, sum hava ynskt eina samanlegging, og sjálvandi kanna vit hetta, um limir í felagnum ynskja tað, sigur Andreas Poulsen, formaður í GÍ.

- Men eg havi alla tíðina sagt, at eg vil hava nakað at taka støðu til, um hetta skal gerast. Tí hava vit í fyrstu atløgu havt ein arbeiðsbólk, sum hevur viðgjørt málið, og nú hava vit so kallað til fundar, har vit fara at tosa víðari um hetta. Talan verður soleiðis ikki um nakra endaliga støðutakan, men meira ein møguleiki hjá nevndini at stinga fingurin í jørðina, sigur Andreas.

Í komandi viku fara nevndirnar í GÍ og LÍF eisini at fundast um málið.