Góðtekur ikki at flokkurin tekur støðu fyri seg

Gerhard Lognberg er framvegis ikki fyri, at revsilógin verður broytt, soleiðis at tey "kynsligur samleiki" verður skoyttur uppí. - Løgmaður og eg eru als ikki samdir í hesum málinum, sigur Gerhard.

Sosialurin hevur ringt til Gerhard Lognberg og spurt um hansara viðmerkingar, nú Jóannes Eidesgaard, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, hevur skrivað eitt lesarabræv, har ið hann veitir sín stuðul til tey samkyndu. Hann eftirlýsir, at tey samkyndu verða vard í revsilógini, soleiðis at tað ikki verður loyvt at happa, hótta ella niðurgera fólk orsakað av teirra kynsliga samleika.

Hevur somu støðu
- Ja, eg havi lisið lesarabrævið hjá løgmanni. Men eg havi somu støðu. Eg haldi ikki, at tað er neyðugt, at ein serstakur bólkur verður vardur framum onnur, heldur Gerhard Lognberg.
Hann harmast tó hendingarnar í seinastuni, tá ið samkynd eru vorðin útsett fyri harðskapi.
- Summi fáa tað at ljóða, sum at eg eri fyri, at fólk verða forfylgd. Tað eri eg als ikki. Fólk eiga ikki at verða forfylgd, og tá ið onkur fremur harðskap á ein annan, so skal brotsmaðurin revsast fyri tað.
Gerhard er greiður í síni støðu, og hann er ikki at vika, hóast nógvir av hansara flokksmonnum ikki hava somu støðu sum hann.
- Løgmaður má sjálvur um tað, sum hann hevur skrivað. Vit báðir eru als ikki samdir í hesum málinum, og tað hava vit ongantíð verið. Hetta má vera nakað, sum hvør persónur sjálvur skal taka støðu til. Eg fari ongantíð at góðtaka, at flokkurin tekur støðu fyri meg, slær Gerhard fast.

Ikki tørvur á lóg
Gerhard heldur tó, at tey samkyndu skulu verjast móti harðskapi eins og øll onnur fólk. Hann undrast á úttalilsi frá løgreglumanni um, at teir ikki kunnu verja tey samkyndu.
- Tey eru vard av harðskapslógini eins og øll onnur. Tað er ikki loyvi at leypa á fólk, og um onkur ger tað, so skal løgreglan taka viðkomandi.
Gerhard roknar ikki við, at motivið er at fáa tey samkyndu vard.
- Motivið er at gera hatta nattúrligt. Tey royna at lirka teirra sak spakuliga í gjøgnum bakdyrnar.