Ein av bólkunum, ið skal framføra á G! fríggjakvøldið, er komin til landið. Mikukvøldið vóru tey niðri á sandinum í Syðrugøtu og hugdu seg um.
Gåte er ein hin best umtókti bólkurin í Noregi. Tey flætta gamlan norðurlendskan fólkatónleik við nýggju rákini frá nútíðini.
Tey hava verið á konsertferð í Evropa, har tey eisini hava luttikið á teimum stóru festivalunum. Nevnast kann millum annað, at tey vóru við á Roskilde festivalinum í fjør.
Gåte framførir á G! fríggjakvøldið kl. 21.15.









