Norski bólkurin Gåte, sum tvær ferðir hevur vitjað í Føroyum gevst. Sangarinnan Gunnhild Sundli orkar ikki longur, og vil royna okkurt nýtt. Hetta sigur hon við norska blaðið VG.
Gunnhild er 20 ár, hon hevur sungið í Gåte, síðan hon var 14 ár. Nú vil hon standa á egnum beinum. Hon sigur, at tað verður deiligt, ikki longur at skula arbeiða saman við beiggja sínum og sjeikinum, og gleðir seg til at fáa eitt vanligt forhold til teirra. Beiggi Gunnhild, Sveinung Sundli spælir violin og ljómborð í Gåte, og sjeikurin Magnus Børmark er gittarleikari í bólkinum.
Gåte spældu á G! 2004, og vóru ein av jaligastu upplivingunum hetta árið. Tey vóru av nógvum sammett við Clickhaze, nokk mest tí hetta er ein rokkbólkur við eini framúr góðari og sera ungari songkvinnu, sum tolkar gamlar vísir og fólkatónleik.
Bólkurin var í vár aftur og vitjaði í Føroyum. Tá tey spældu konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði saman við Knút Háberg Eysturstein, Makrel og Lama Sea.
Seinastu seks árini hevur Gåte spælt 350 konsertir, luttikið á teimum størstu festivalunum í Norðan Londum, og útgivið tvær vælumtóktar fløgur, ið eru seldar í 84.000 eintøkum.
Gåte hevði júst fingið avtalu í lag við Warner í Týsklandi, men hetta verður nú av ongum. Avtalan var annars størsta gjøgnumbrotið í søguni hjá bólkinum. Ætlanin var at brúka Týskland sum lopfjøl til at gerast eitt kent navn í øllum Evropa.
Sveinung sigur við VG, at hann væl skilur systur sína, fyri framman lá sera nógv og strævið arbeiði, og um øll ikki eru til reiðar til hetta, so riggar ikki. Hann sigur samstundis, at tað ber ikki til at halda fram við Gåte uttan Gunnhild.
Gunnhild hevur ikki sum er konkretar ætlanir um at fara at virka sum einstaklingur. Fyribils fer hon at royna seg sum sjónleikara í Korsvikaspelet í Tróndheim. Hon sigur, at stigið at gevast í Gåte er neyðugt fyri hennara menning. Hon kennir tað, sum um hon nú, sum 20 ára gomul, er komin í pubertetin. Í Gåte var alt trygt, nú vil hon taka nakrar tjansir.
Bæði Gunnhild og Sveinung siga við VG, at tey velja at síggja hetta sum ein steðg heldur enn endan á bólkinum, á hendan hátt er lættari at byrja aftur, um áhugi verður fyri tí. Bólkurin sigur, at tey ætla at halda eina farvæl konsert, men enn er ikki avgjørt nær og hvar.