- Góðtaki ikki slíkan ágang

Kristina Clementsen, varafólk á tingi fyri Tjóðveldi, góðtekur ikki tann ágang hon hevur upplivað

- Eg haldi tað er mín skylda at siga frá, so at persónarnir, sum fremja ágang á onnur, fáa at vita, at hatta er snøgt sagt ikki í lagi, sigur Kristina Clementsen, sum fleiri ferðir hevur upplivað at verða skumpað, spilt út og niðurgjørd orsaka av sínari luttøku í almenna rúminum. 

 

 

Í Vikuskiftis Sosialinum í dag kanst tú lesa um tær upplivingar, sum 21 ára gama Kristina Clementsen hevur havt, eftir at hon hevur havt sæti á tingið ella hevur luttikið í kjakið í sjónvarpinum. 

 

 

Eisini kanst tú lesa stóra serblaðið Vinnan, sum er í blaðnum hesaferð. Tú kanst lesa um tey bestu ferðamálini í summar, og nógvur spennandi ítróttur er í blaðnum hesaferð eisini.  Blaðið kemur í handlarnar í Havn í kvøld og kring landið í kvøld ella í morgin.