Góðtaka minni løn

Ein kanning, sum lærdi háskúlin í Reykjavík hevur gjørt, vísir, at bæði kvinnur og menn eru av teirri áskoðan, at kvinnur eiga at góðtaka at fáa minni løn enn menn fyri sama arbeiði.

Kanningin umfatar ráðgeving við starvssetanir. Hon vísir, at ráðgevandi kvinnur mæla øðrum kvinnum til at taka við størvum, sjálvt um tær fáa upp í 15 prosent minni løn enn menn. Ráðgevandi menn mæla kvinnum til at góðtaka upp í 20 prosent lønarmun.