Góðtaka ikki uppsagnir hjá Landsverki

Føroya Arbeiðarafelag góðtekur ikki uppsagnir hjá Landsverki í Suðuroy og vil hava tær ógildaðar

Hesa seinastu tíðina hevur Landsverk sagt fleiri fólkum upp í Suðuroy, helst í grótbrotinum í Porkeri.

Nakrir av hesum uppsøgdu monnunum eru arbeiðsmenn.

Men hesar uppsagnirnar vil Føroya Arbeiðarafelag ikki góðtaka og felagið krevur sostatt, at tær verða afturtiknar.

- Vit kunnu ikki góðtaka tað, sum gongur fyri seg, staðfestir Ingborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.

- Talan er um fýra arbeiðsmenn, sum eru limir hjá okkum og har vit ikki góðtaka uppsagnina, sigur hon.

Hon sigur, at samstundis, sum menninir eru uppsagdir, hevur Landsverk sett handverkarar at gera tað arbeiði, sum arbeiðsmenninir høvdu frammanundan.

Ingeborg Vinther staðfestir, at orsøkin til uppsagnirnar var, at eftirspurningurin eftir gróti og skervi er minkaður so nógv, at tað er ikki grundarlag fyri at hava teir í starvi.

Men hesa grundgevingina kann hon ikki góðtaka, tá ið Landsverk hevur sett handverkarar at røkja tær uppgávur, sum arbeiðsmenninir røktu frammanundan.

- Er tað ikki brúk fyri arbeiðsmonnunum, er tað heldur ikki brúk fyri handverkarum til at gera tær uppgávur, sum arbeiðsmenninir røkt frammanundan og sum nattúrliga hoyra undir teirra øki, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag.

Føroya Arbeiðarafelag er í samskifti við Landsverk um málið og tí fær forkvinnan onki sagt um, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa verða uppsagnirnar ikki afturtiknar.


Onki grundarlag

Oyvindur Brimnes, stjóri á landsverki heldur fast um, at tað er ikki grundarlag fyri at hava umrøddu arbeiðsmenn í arbeiði tí eftirspurningurin eftir gróti og skervi er so nógv minkaður.

Tí eru størvini hjá teimum niðurløgt.

Men fyri at gróttænastan ikki heilt skal detta niðurfyri, hava handverkarar avgreitt tær bíleggingar, sum hava verið.

- Talan er um handverkarar, sum vanliga røkja aðrar uppgávur, men sum traðka til og avgreiða tær bíleggingar um grót, sum Landsverk hóast alt fær.

- Men bíleggingarnar eru alt ov fáar til at hava fólk í arbeiðið bara til tað, men fyri yvirhøvur at varðveita eina gróttænastu, hava vit so valt hesa loysnina, har menn í øðrum arbeiði, kunnu leypa frá at avgreiða bíleggingar um grót, tá ið tørvur er á tí.

- Vit halda ikki, at eitt ávíst fakfelag eigur rættindini til nøkur ávís størv. Tí hava vit latið handverkarar avgreitt tær bíleggingar sum hava verið, men talan er ikki um at teir hava yvirtikið størvini hjá arbeiðsmonnunum, tí tey eru niðurløgd.

- Vil nakar hava grót, skal tað bera til at fáa grót og tískil hava vit valt hesa loysnina, sigur Oyvindur Brimnes.