Eldraøkið verður neyvan lagt undir kommunurnar á nýggjárinum, soleiðis sum samgongan ætlar.
Tað ger Kommunusamskipan Føroya, KSF, greitt í kvøld.
KSF vísir á, at enn eru tær neyðugu fíggjarligu útgreiningarnar ikki gjørdar og nokta kommunurnar at yvirtaka eldraøkið, soleiðis sum landið nú liggur.
Samgongan hevur víst kommununum á, at 338 milliónir krónur skulu fáast til vega til eldraøkið.
- Men eingin verulig fíggjarlig útgreining er gjørd av eldraøkinum, ella hvussu framtíðar fíggingartørvurin á økinum kemur at verða.
- Uppáhaldi frá bæði Anniku Olsen og Jørgini Niclasen í Sosialinum mánakvøldið um, at eldraøkið í framtíðini ikki verður stórt dýrari enn í dag, hevur av sonnum sannført okkum um, at kommunurnar eru noyddar at gera egnar fíggjarligar útgreiningar, sigur Kommunusamskipanin.
- Bara komandi 25 árini fer talið av eldri nærum at tvífaldast, og hvørt mansbarn veit, at útreiðslurnar á eldraøkinum fara at vaksa samsvarandi.
- Skulu kommunurnar ikki enda í fíggjarligum óføri, eru kommunurnar noyddar at krevja ein fíggingarleist, ið tekur hædd fyri hesari útreiðsluøking.
Harumframt er øllum greidd, at tað í løtuni fara óforsvarligar sparingar fram á røktarheimum, sambýlum og í heimatænastuni. Millum annað hevur verið frammi, at heimatænastuni væntar uml. 1300 tímar um vikuna fyri at kunna veita eina nøktandi tænastu.
- Alt bendir á, at núverandi játtan á eldraøkinum ikki er í samsvar við veruliga tørvin á økinum og tískil fara kommunurnar heldur ikki at góðtaka, at játtanin, sum nú er til eldraøkið, verður nýtt sum grundarlag, tá ið uppgávan verður flutt frá landi til kommunur.
Les alt um støðuna hjá KSF VIÐ AT TRÝSTA HER










