Góðtaka ikki óskipað viðurskifti

- Tað er gott, at fleiri skip og harvið fleiri arbeiðspláss koma í flotan, men hetta skal verða undir skipaðum viðurskiftum, sigur Annfinnur Garðalíð.

Fríggjadagin 6. januar í ár lýstu tey trý manningarfeløgini, Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Føroya Fiskimannafelag, mynstringarbann móti uppsjóvarskipinum Hoyvík, ið skuldi koma til landið dagin eftir.

 

Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag (FSN), sigur í nýggjastu útgávuni av Mið & Magn, at ætlanin hjá reiðarínum var at fara til fiskiskap nærum beinanvegin - uttan, at skipið var fevnt av sáttmála ella hevði nakra aðra avtalu við manningarfeløgini.

 

- Men, mynstingarbannið hevði sín ætlaða virknað, tí longu sama dag, sum mynstringarbannið varð lýst, bað reiðaríið um samráðingarfund. Eftir nøkrum tímum var avtalan komin til høldar, og mynstringarbannið kundi avlýsast.

 

Formaðurin í FSN heldur, at hendingin við Hoyvík var eitt klokkuklárt tekin frá manningarfeløgunum um, at tey standa saman og als ikki fara at góðtaka, at mynstringaravtalur verða gjørdar uttan um feløgini.

 

- Hetta støðufesti er sera aktuelt nú, tí nógv øktu uppsjóvarkvoturnar, harav ein stórur partur væntast at verða seldur á uppboði, fara ivaleyst at lokka fleiri at bjóða seg fram við keyptum ella leigaðum skipum.

 

Formaðurin heldur tað vera gott, at fleiri skip og harvið fleiri arbeiðspláss koma í flotan, men hann leggur dent á, at hetta má ikki henda undir óskipaðum manningarviðurskiftum og heimasnikkaðum hýruavtalum, sum Annfinnur Garðalíð tekur til.

 

Hann vísir á, at um manningarfeløgini fyrst missa takið í so máta, verður støðið eisini máað undan høvuðssáttmálanum.

 

- Tí, hví skulu tey etableraðu reiðaríini, sum eru fevnd av hesum sáttmála, fara at góðtaka, at aðrir reiðarar hava frítt spæl at gera akkurát, sum teimum lystir?

 

Annfinnur Garðalíð leggur dent á, at manningarfeløgini mugu standa saman.

 

- Vit mugu standa saman, og vit mugu standa fast, og mynstringarbannið móti Hoyvík vísti, at manningarfeløgini standa saman, leggur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag aftrat.