Í yvirlýsing boða fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum frá, at tey á ongan hátt góðtaka lønarsteðg og krevja, at samráðingarnar bera á mál sum skjótast. Yvirlýsing
Formenn og forkvinnur fyri feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum vóru í dag saman á fundi í hølunum hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, har eittans mál var á skrá: Samráðingargongdin.
Niðurstøðan av fundinum var, at feløgini á ongan hátt góðtaka lønarsteðg og standa øll saman um at krevja lønarhækkan og at samráðingarnar bera á mál sum skjótast.
Yvirlýsingin er undirskrivað Fakfelagssamtakið









