John WIlliam Joensen
Norðoya Sambandsfelag
Norðoya Sambandsfelag mótmælir at samgongulimur slapp at halda samgonguni gísla og harvið beinleiðis stuðla avbyrgingini av norðoyggjum undir verkfallinum.
Tað má vera minstakarv til samgongulimir at teir vísa ábyrgd yvir fyri øllum landinum og harvið røkja sína skyldu sum stjørnar limur hjá føroysku tjóðini.
Støðan seinastu vikuna var hættislig, serliga um leirvíksfjørð, og tí var tað ein stór skomm at javnaðarmaður valdi at taka lokal áhugamál hjá sínum veljarum í høvusstaðnum fram um tørvin hjá norðoyingum, suðuroyingum, sandoyingum og útoyggjunum.
Hetta kann avgjørt ikki loyvast og fer Norðoya Sambandsfelag at heita á Javnaðarflokkin um at seta viðkomandi tingmann uttanfyri alla ávirkan á politkkin hjá samgonguni um hesin ikki velur at broyta kós.
Ágangurin á útjaðaran er stórur eisini í hesum døgum og tí kann støðan, sum førdi til at stjørn landsins var handlings lammað, meðan landið var í kreppu, ikki endurtaka seg.
Um Javnaðarflokkurin ikki megnar at rudda upp í egnum húsið verður tað eitt álvarsligt bakkast fyri álitið hjá Føroya fólki á at hendan samgonga hevur rygg til at finna loysnir tá á stendur.









