- Vit fara ikki at góðtaka hesa avgerina. Somikið kann eg siga.
Tað sigur Óla Jákup Kristoffersen, advokatur hjá Hanusi Hansen, ið útgerð Næraberg og Slættaberg.
Les eisini: Næraberg og Slættaberg missa loyvini
Óla Jákup Kristoffersen sigur, at málið um veiðiloyvini hongur ikki saman, tí reiðarríð fekk loyvi at fiska svartkjaft av felagskvotuni, ið er galdandi árið út og missa síðani loyvini aftur av einum málið, ið er íkomið av politiskum rumbli.
Les eisini: Vørn: Vit gjørdu eftir harraboðum
- Ítøkiliga kann eg ikki siga enn hvat fer at henda, tí hoyringsfreistin er ikki av enn. Eg kann tó siga somikið, at vit góðtaka ikki hesa avgerðina, sigur Óla Jákup Kristoffersen.










