- Heldur hendan gongdin fram, fánar alt álit ímillum landsstýrið og kommunurnar og framyvir fer alt samstarv at verða merkt av missáliti.
So hvassorðað er tey í Kommunusamskipan Føroya, KSF, í brævi til Løgtingið, nú fíggjarlógin fyri næsta ár eru til viðgerðar í Løgtinginum.
KSF sigur, at uppskotið til fíggjarlóg, sum samgongan hevur lagt fram, vísir, at landsstýrið heldur á at gera seg inn á kommunurnar.
- Gjørdar avtalur ímillum land og kommunur verða brotnar, givin lyfti ikki hildin, eykarokningar verða sendar kommununum og vanligar hoyringsmannagongdir verða settar til síðis.
- Landsins kommunur hvørki vilja ella kunna longur góðtaka, at landsins myndugleikar sýna slíkan atburð mótvegis kommununum, sigur KSF.
Tí vil KSF nú hava fund við landsstýrið um støðuna.
Eitt, sum kommunufelagsskapurin hugsar um, er nú verður gjaldið meiri enn tvífaldað, sum kommunurnar skulu rinda, tá ið børn fáa eitt samdøgurstilboð á landsins stovnum.
- Fyri kommunurnar merkir hetta eina samlaða útreiðsluøking á millum 3,5 og 4 millión og sostatt eru tað kommunurnar, sum í veruleikanum koma at gjalda fyri meginpartin av útreiðsluvøkstrinum á einum øki, sum landið hevur alla innihaldsligu og fíggjarligu ábyrgd av.
Hetta merkir, at landið valdar og kommunurnar gjalda og hetta er eisini brot á avtalu um, at gjaldið skuldi ikki hækka uttan víðari, sigur KSF.
KSF vil heldur ikki góðtaka, at samgongan ætlar, at hereftir skal parturin, kommunurnar skulu rinda av rentustuðlinum til sethús, skal vaksa úr 13% upp í 15,5%
Samstundis ætlar samgongan at rinda skattin hjá bankunum, men allar tær inntøkurnar skulu í landskassan.
Men tað, sum nívir tey í Kommunusamskipan mest, er, at enn hevur samgongan ikki greitt kommununum frá, hvussu ætlanin er endurrinda kommununum fyri tað størsta fíggjarliga inntrivið, sum nakrantíð er gjørt mótvegis kommununum, nevniliga tá ið løgtingið beint innan árslok avgjørdi, at skattingin av pensjónum í framtíðini bert skal fella í landskassan.
- Kommunurnar kunna snøgt sagt ikki góðtaka, at landið áhaldandi minkar fíggjarliga tilverugrundarlag kommunurnar, sigur Kommunusamskipanin.