Fyrst hoyrdu vit um ein mann, sum var álopin og bukaður í býnum, tí hann er samkyndur. Ein annar samkyndur maður sat á café og fekk sær ein kaffimunn, men av tí, at unglingar hóttu hann, slapp hann sær til rýmingar, inn í ein hýruvogn, har førarin bjargaði honum. Seinasta dømi snúði seg um ein samkyndan mann, sum varð uppringdur heima og hóttur við harðskapi, um hann vísti seg í býnum aftur.
Eftir hesar óhugnaligu hendingarnar í Havn, gjørdu fleiri vart við seg, av tí at tað gerst alt meira greitt, at samkynd fólk ikki fáa frið í Føroyum, og at fólk eru, sum hava fragd av at hótta, happa og forfylgja hesum minnilutabólki.
Eftir at løgreglan, Amnesty International, Friðarboðin og ein samkyndur maður seinastu dagarnar hava rópt varskó og ávarað um støðuna hjá teimum samkyndu, hava vit spurt Turið Debes Hentze, løgfrøðing og fyrrverandi forkvinnu í Javnstøðunevndini, hví løgtingið ikki, eins og í hinum norðurlondunum, samtykkir at verja tey samkyndu í lógini.
Eru eftirbátar
Og Turið leggur fyri við at vísa á, at hon júst situr og lesur í eini grein í Politikken, at danska stjórnin fer at seta á stovn eina kærunevnd fyri javnrætti, sum skal viðgera kærur um mannamun.
- Hetta vísir bara, hvussu nógv longri frammi grannalondini eru í mun til at verja minnilutabólkar. Her í Føroyum verður enn kjakast um, antin tey samkyndu yvirhøvur skulu verjast í lógini, og danir seta niður eina nevnd, sum bara skal viðgera klagur um mannamun, sigur Turið Debes Hentze.
Munur á happing
Og hon greiðir frá, at í sambandi við lógarsmíð, er tað sum so ikki avgerandi, at lógin í hesum førinum hevði sent eitt signal um, at mannamunur ikki verður toldur, men at tað í eins stóran mun hevði verið eitt tekin um, at meirilutin góðtekur og góðkennir, at ein minnilutabólkur er til og at hesin er fyri órætti.
- Tá eitt nú Alfred Olsen sigur, at øll fólk eiga at verða vird og eru vard av lógini, so er tað sjálvsagt ikki øll søgan. Tá mann velur at nevna ein minnilutabólk positivt í lógini, sigur mann samstundis, at tey eru til og tað verður góðtikið, at tey eru ein serliga útsettur bólkur, ið vit jú hava verið vitni til seinastu dagarnar, sigur Turið Debes Hentze. Og hon vil vera við, at tað er munur á, um talan er um reyðhærd ella tjúkk fólk, tí her snýr tað seg um ein heilan minniluta, sum sjálvur sigur seg verða hóttan og forfylgdan vegna samleika.
Avnokta veruleikan
Og fyrrverandi forkvinnan í Javnstøðunevndini vísir á tað, sum hon rópar eitt mentunarligt eyðkenni, har tað í Føroyum ikki verður góðtikið, at fólk eru samkynd.
- Um tey samkyndu verða vard í rasismugreinini, verða tey samstundis viðurkend. Og um vit halda fram við at látast sum, at tey ikki eru til, eru tey heldur ongin trupulleiki, sigur Turið Debess Hentze, advokatur og fyrrverandi forkvinna í Javnstøðunevndini, sum heldur tað vera ein grundleggjandi demokratiskur trupulleiki, at Føroya Løgting ikki fær seg at verja tey samkyndu, eins og tey góðtaka at verja fólk vegna annan húðalit ella politisk sjónarmið.
- Tað einasta, sum vit kunnu gera er at halda fram við at seta orð á, at fáa tey fram í ljósmálan og at vísa á, at tey samkyndu eru ein partur av samfelagnum. Soleiðis verður hugburður broyttur og soleiðis eru mong onnur tabu komin fram í dagsins ljós upp gjøgnum søguna, sigur Turið Debes Hentze.
Um óviljan at verja tey samkyndu í lógini, sigur advokaturin, at á tann hátt verður góðtikið at tey verða forfylgd og hótt, og at hetta er eitt greitt tekin um avnoktan.
- Vit kenna tað so væl - tað, sum vit ikki tosa um, er heldur ikki til. Og um vit fara inn í sálarfrøðina, so hevur tað ferð eftir ferð víst seg, at tað sum fólk ræðast mest, er har tey kenna seg sjálvi mest aftur. Sostatt er tað ikki forgjørt at siga, at tey mest homofobisku eru tey, sum í veruleikanum sjálvi hava homoseksuellar lystir, sigur Turið Debess Hentze.
Demokratiskur trupulleiki
Og hon vil vera við, at tað í stóran mun upp til politikararnar, at sannføra fólk um, at tað er ikki loyvi at hótta fólk vegna tað, at tey eru samkynd.
- At hetta eisini er ein demokratiskur trupulleiki sæst aftur í , at tað ein meiriluti, sum avgerð, at ein minnilutabólkur ikki verður hóttur, hóast minnilutin uppí saman sigur seg verða hóttan. Og talan er sostatt um eitt greitt brot á øll demokratisk prinsipp, at meirilutin ikki vísir virðing fyri og lurtar eftir minnilutanum, sigur Turið Debess Hentze at enda.