Góðtaka als ikki sparingar í kringvarpinum

Á almenna valfundinum í sjónleikarahúsinum í dag, gera politikarar úr øllum flokkum greitt, at teir góðtaka ikki, at Kringvarpið nú fer at spara teknmálstulkingina burtur Tað er átaluvert, at Kringvarpið nú ætlar at spara teknmálstulkingina burtur.

Tað gera politikarar úr næstan øllum flokkum greitt.

Tað var ein deyvur á valfundinum, sum spurdi um politikararnir góðtóku, at Kringvarpið hevur spart hendan táttin burtur.

Kringvarpið slapp ikki at hækka kringvarpsgjaldið og fyri at spara hevur kringvarpið gjørt av at spara teknmálstulkingina burtur.

Bæði Marjus Dam úr Sambandsflokkinum, Jógvan á Lakjuni, Rúna Sivertsen í Sjálvstýrisflokkinum, Finnur Helmsdal í Tjóðveldi og Hans Pauli Strøm úr javnaðarflokkum gjørdi púra greitt, at tey góðtaka ikki sparingina.

Einasti, sum ikki svaraði greitt, var Bill Justinussen úr Miðflokkinum, tí hann segði ikki greitt um hann góðtók sparingina.

Jógvan á Lakjuni helt, at talan var um eina provokatión. Finnur Helmsdal helt, at hetta var eitt dømi um væntandi vilja hjá Kringvarpinum at raðfesta.

Hann vísti á, at Kringvarpið hevur brúkt fýra fólk at fylgja formanninum í Tjóðveldinum og Javnaðarflokkinum í øllum valstríðnum.

Hans Pauli Strøm helt, at hetta var ein spurningur um at geva øllum sama rætt til fólkaræðið og hann uppfataði hetta átakið hjá Kringvarpinum sum eina provokatión.

Hann helt, at hetta avdúkaði ein fíggingartrupulleika, sum landsins myndugleikar mugu taka upp og kringvarpsgjaldið má á fíggjarlógina.