Vegurin millum Løgmannabreyt og Karlamagnusarbreyt í Hoyvík fær nú navnið Atlagøta
Tórshavnar kommuna hevur valt at kalla gøturnar við Løgmannabreyt upp eftir løgmonnum. Allir teir løgmenn, sum hava sitið síðani heimastýrislógina ? og sum ikki eru á lívi longur, eru nú uppkallaðir.
Fyrst vóru teir fýra, Andrass Samuelsen (Løgmaður 1948-50), Kristian Djurhuus (Løgmaður 1950-58 og 68-70), Petur Mohr Dam (Løgmaður 1959-63 og 67-68) og Hákun Djurhuus (Løgmaður 1963-67) uppkallaðir.
Síðani var tað Marita Petersen (Løgmaður 1993-94) og nú er so Atli Dam (Løgmaður 1970-80 og 1985-89 og 1991-93) eisini uppkallaður. Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið, at kalla vegin millum Løgmannabreyt og Karlamagnusarbreyt fyri Atlagøt.a