Vegaføring
Á heimasíðuni hjá Leirvíkar kommunu liggur ein greinastubbi, sum sigur, at Gøtu kommuna gevur Leirvíkar kommunu sín fulla stuðul í krøvunum um at fáa eina fyri Leirvíkar bygd nøktandi loysn á vegaføringini í sambandi við Norðoyatunnilin.
- Landsins myndugleikar eiga altíð at sýna ynskjunum hjá lokalu myndugleikunum ans, tá nýggjar farleiðir verða stungnar út í kortið. Lokalu myndugleikarnir hava best skil fyri virkseminum í gerandisdegnum, og tað eru lokalu myndugleikarnir, ið eru frægast at stinga út í kortið framtíðarvirksemið í økinum.
Og lagt verður aftrat:
- Við at ganga ynskinum hjá Leirvíkar kommunu á møti, kunnu landsins myndugleikar í verki sýna, at teir virða ynskini á staðnum og soleiðis eru við til at skapa møguleikar hjá Leirvíkar kommunu at virka og mennast eftir egnum fyritreytum.