Júst hvat ið hendi á kampingplássinum í Gøtu í gjár, er framvegis eitt sindur ógreitt. Kriminaldeildin hjá politinum vil ikki siga so nógv um málið, men við Portalin sigur vakthavandi, at eingin situr í varðhaldi í løtuni í sambandi við júst hetta málið.
In.fo skrivaði fyrr í dag, at talan er um ein tilburð av kynsligum ágangi, sum er farin fram á kampingplássinum, sum er brúkt í sambandi við festivalin í Gøtu um vikuskiftið. Ein kvinna skal hava meldað nakrar menn í tjúgunum fyri at hava gjørt seg inn á hana.
Kriminaldeildin hevur havt menninar til forhoyr, men teir sita sum sagt ikki í varðhaldi, og politiið kannar nú, um málið yvirhøvdur skal fyri ein dómara. Teir eru tó framvegis skuldsettir í málinum.