Gøta: Fyrireika bygging av nýggjum missiónshúsi

Gamla missiónshúsið í Gøtu hevur tænt fyri seg. Kristiligu tiltøkini verða nú hildin í kjallaranum í kirkjuni, samstundis sum arbeitt verður við eini ætlan um eitt nýtt missiónshús.

- Tað gamla húsið varð vígt í januar mánaði 1925, men treingir til rættiliga umfatandi ábøtur.
- Men so eru vit farin at tosa um tað ikki var betri at byggja okkum eitt nýtt hús ístaðin, sigur Dánial Pauli Dalbø, formaður í stýrinum fyri missiónshúsið.
Tað er sjálvandi kostnaðarmikið at fara undir bygging av einum nýggjum húsi. Tað verður ikki í bræði at farið verður undir tað.
Ætlanin er at útvega eitt grundøki til húsið í nánd av Gøtu kirkju. Kirkjuráðið sjálvt er sinnað fyri eini slíkari loysn, men enn vantar svar frá myndugleikunum, áðrenn ein av álvara kann fara undir eitt slíkt stig.
Í løtuni verða møtini, sunnudagsskúlin, ungdómsmøtir, kórvenjing og onnur kristilig tiltøk hildin í kjallaranum í kirkjuni.
Her hevur meinigheitin so hildið til tey seinnu árini, og her er ætlanin at verða, inntil nýggja húsið einaferð í tíðini verður liðugt.