Góð tænasta er okkara vørumerki

Á statoilstøðini í Kollfjarðadali heldur fyritøkan Sp/f RAG -VAG Bil- og Dekkverkstaðið til. Verkstaðurin hevur spesialiserað seg í at geva góða tænastu

Síðan 1995 hava Ragnar P. Joensen og Vagnur Johannesen í Kollafirði rikið sína egnu fyritøku, Sp/f RAG-VAG Bil- og Dekkverkstaðurin, í Kollfjarðadali.

RAG-VAG er ein stytting av nøvunum Ragnar og Vagnur. Teir hava báðir drúgvar royndir í bilbranchuni. Ragnar er útbúgvin bilmekanikari, og Vagnur er útbúgvin innan handil.

Verkstaðurin hevur spesialiserað seg í at geva góða tænastu, og hava teir nógvar fastar kundar sum t.d. buss- og lastbilaeigarar og fleiri fyritøkur.

Teir gera bert smærri umvælingar, skifta olju, dekk og útstoyt, eisini umvæla teir róðurgreiðir og bremsur.

Umframt verkstaðin er Sp/f RAG-VAG ein stór dekksøla. Teir umboða Hankook dekkini og selja eisini onnur dekk bæði í smá- og heilsølu.

Verkstaðurin liggur væl fyri, tí nógv ferðsla er á vegnum gjøgnum Kollfjarðadal. Kundarnir hava eisini møguleika at vitja á Statoilstøðini, meðan tey bíða eftir bilinum.