Góð tíðindi til Tvørafólk: Jóansøkan verður ikki flutt

Eftir álvarsama eldsbrunan fyri viku síðani, hava myndugleikarnir verið ivasamur um, hvørt tað kundi metast sum forsvarligt at leggja kappróðurin og jóansøkuna á Tvøroyri sum annars hevur verið ætlanin. 

 

 

Í Suðuroynni er tað so, at Vágur og Tvøroyri skiftast um at halda Jóansøku, og í ár var túrurin hjá tvøramonnum. Tað var heldur keðiligt hjá fólki at frætta, at tað var vandi fyri, at Jóansøkan mátti flytast orsaka av eldsbrunanum. 

 

 

Men í morgun sigur Tóki Niclasen úr kappróðrarfelagnum á Tvøroyri, at tey hava fingið boð frá myndugleikunum um, at Jóansøkan og kappróðurin kunnu verða á Tvøroyri sum ætlað. 

 

 

- Tey á Varðanum hava spurt akkurát hvar málið er, so tey kunnu skerma fyri, har neyðugt er, greiðir Tóki Niclasen frá. 

 

 

Víðari sigur hann, at tað hevði ikki verið tann stóra kreppan, tí vágbingar stóðu klárir at bjarga støðuni um neyðugt. 

 

 

- Men tað er gott fyri tvørafólk at sleppa at halda jóansøku sum vanligt, aftaná alt, sum hent er, sigur Tóki Niclasen.