Gí styrkir um verjupartin

Eftir ætlan skuldi GÍ royna nýggjan leikara í dystinum móti HB í gjár

Gøtumenn hava borið skjótt av, síðani tað fyri viku síðani var greitt, at teir gjørdust ov stuttir í kappingini um at fáa fatur á føroyska verjuálitinum, Óla Johannesen.

Ætlanin var tá at styrkja um verjupartin, og hesar ætlanir eru framvegis frammi. Gøtumenn hava í løtuni ein 22 ára gamlan dana til royndarvenjingar, og eftir ætlan skuldi hann vera við á GÍ liðnum, sum í gjár skuldi royna seg móti HB í kappingini um løgmanssteypið.


Sær betri út

Talan er um 22 ára gamla Martin Thomsen, sum undan føroyaferð síni hevur roynt seg í næstbestu donsku deildini, har hann hevur leikt við Holstebro.

Martin Thomsen er vinstrabeintur verjuleikari, so ætlanin er uttan iva, at nýta hann í miðverjuni ella á vinstra bakki, soleiðis at antin Súni Olsen ella Áslakur Petersen kunnu nýtast longur frammi á vøllinum.

Verður talan um varandi samstarv millum partarnar, er talan uttan iva um kærkomnan styrk hjá gøtumonnum. Undan kappingarársbyrjan var líkt til, at hópurin hjá GÍ var sera hart raktur av frágongd, men nú Henning Jarnskor er afturkomin, umframt at sáttmáli møguliga verður gjørdur við Martin Thomsen, eru vónirnar hjá skurunum kanska farnar at kvinka uppeftir.