Fótbóltur
Fyri stuttum skrivaðu vit, at gøtumenn hava gjørt avtalu við ein pólskan miðvallarleikara. Ein av tí slagnum, sum kanska er komin nakað upp í árini, men hinvegin eisini ein leikari við drúgvum royndum á bæði felags- og altjóða støði.
Helst hava gøtumenn havt í umbúna at styrkja um annað og meira enn miðvøllin. Í øllum førum er tað nú ein sannroynd, at tað verða tveir pólverjar millum leikararnar, sum komandi ár fara at stríðast um pláss á liðnum.
Talan er umframt miðvallaran, eisini um ein nýggjan áleypara, Marek Wegil. Hesin er 31 ára gamal, og hevur í nógv ár verið í pólskum fótbólti, har hann hevur spælt í næstbestu deildini.
Petur Holm, nevndarlimur í GÍ, sigur við Sosialin, at hesin spælaran kanska ikki tykist heilt so sterkur á pappírinum, men smb. keldunum hjá Gøtumonnum er talan tó um ein leikara, sum ivaleyst kann styrkja um álopspartin.
Víðari sigur Petur, at sáttmálin við leikaran fevnir um eitt ár, men at fyrstu vikurnar av hesum eru ætlaðar sum royndartíð, soleiðis at partarnir fyrst kunnu meta eitt sindur um hvønn annan.